Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir Mjølnir leikarar við landsliðnum til Íslands

John William Joensen

Kvinnulandsliðið í flogbólti fer til Íslands mikumorgunin 17. maj 2006 at luttaka í EM undankappingini.

Tíðindaskriv frá Flogbóltsamband Føroya
Kappingin byrjar fríggjadagin 19. maj har Føroyar skulu spæla fyrsta dystin í kappingini ímóti Kypern. Fýra lið eru við í kappingini, tey eru Ísland, Skotland, Kypern og Føroyar.Kappingin endar sunnudagin 21. maj
Tvey tey bestu liðini vinna sær rættin til at luttaka í EM í C-bólkinum.
Ísland og Skotland eru ájavnt við Føroyar í styrki, ímeðan Kypern vanliga er væl sterkari. Spennandi verður um kvinnurnar megna at vinna nakran dyst.
Kvinnulandsliðið er nú endaliga úttikið. Teir 12 leikarnir eru:

Helen á Lakjuni                      Brøndby   Liðførari
Annika á Stongum                       Sí
Lena í Buð                           Mjølnir
Margit G. Joensen                      Mjølnir
Hjørdis Johannesen                      KíF
Angilie Johannesen                      KíF
Sólvá Heidi Dimon                      TB
Sólgerð Henriksen                      Dráttur
Birita Joensen                      KíF
Heidi Dam                            ÍF
Rannvá Dam                        Kíf
Karin Mikkelsen                      Sí

 
Høvuðsvenjari er Magnus Aðalsteinsson  (Sami sum var venjari í Oyggjaleikunum í fjør)

Hjálparvenjari er Kristian Mikkelsen


Høvuðstuðul hjá Kvinnulandsliðnum er Føroya Sparikassi