Tveir leikarar við U16 landsliðsroyndum fara nú at royna seg uttanlands.
Tveir leikarar við U16 landsliðsroyndum fara nú at royna seg uttanlands.
16 ára gamli Sámal Jákup Jóhannusarson og 15 ára gamli Jóhann H. Joensen úr B36 fara báðir á ítróttareftirskúla í Brøndby. Teir fara at spæla við U17 liðnum hjá Hvidovre. Fyrr í ár hava teir royndarvant við Hvidovre og tá gekk tað so mikið væl, at Hvidovre vildi hava teir aftur, har teir nú fara at spæla við talentliðnum.
– Málsetningurin er at at sleppa at royna seg sum yrkisfótbóltsleikara uttanlands. Vit fara at gera okkara besta og so síggja vit, hvussu langt tað røkkur, sigur Sámal Jákup Johannusarson við Norðlýsið.
Teir vóru báðir partur av U16 landsliðnum fyrr í ár.




