Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir ungir KÍ leikarar gjørt sáttmála

Jákup Ósá

Talan er um leikarar, sum hava verið partur av hópinum hjá besta liðnum seinastu tvey árini.

Talan er um leikarar, sum hava verið partur av hópinum hjá besta liðnum seinastu tvey árini.

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmálar við Aksel B. Danielsen og Mikkjal á Bergi fyri komandi tvey árini. Hesir báðir hava fyrst og fremst verið millum álitisleikararnar á næstbesta liðnum, sum í ár vann bronsu. Aksel fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2016 og í ár kom hann fimm ferðir á vøllin. Aksel, sum er álopskendur leikari, var toppskjútti hjá KÍ og nummar tvey samanlagt í 1.deild við 15 málum í 24 dystum. Mikkjal, sum er verjuleikari, hevur  enn sínar fyrstu minuttir til góðar á besta liðnum, men hevur sitið á bonkinum nógvar dystir. Báðir hava teir vant regluliga við besta hópinum seinastu tvey árini.

Báðir hava teir verið partur av U-landsliðum seinastu árini.