Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir ungir lokalir fingu debut

Jákup Ósá

Í dystinum móti FC Suðuroy spældu ein 16 ára gamal og ein 18 ára gamal leikari frá byrjan fyri fyrstu ferð í landskappingardysti í bestu deildini hjá KÍ.

Tað er meira sjáldsamt at síggja tveir lokalar leikarar undir 20 ár fáa debut í sama dysti. Men hetta hendi sunnudagin, tá KÍ tók ímóti FC Suðuroy.

Í Norðlýsinum fríggjadagin undan dystinum móti FC Suðuroy stóð m.a.:

Venjarin torir

Nakað annað sum vit sóu í 1. umfarinum var, at nýggi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, gevur øllum leikarum møguleikan, har royndir ella avrik í fortíðini ikki hava stórvegis ávirkan á, hvør fær álit í einum dysti í 2015. Tað sóu vit m.a. við, at Petur Andreasen byrjaði í álopinum, Tórur Justesen á miðvøllinum, Ísak Simonsen í miðverjuni og Jóannes Bjartalíð kom inn, tá hálvur tími var eftir. Alt ungir leikarar, sum sjáldan ella ongantíð áður hava havt stóran leiklut á KÍ liðnum á teimum plássum, sum teir spældu á hendan dystin. Og Jóannes, sum hevur góðan sparkiteknikk, bleiv eisini settur at taka deyðbóltar framum royndu leikararnar á liðnum. Djarvar avgerðir, sum boða frá, at venjarin ikki er bangin fyri at satsa nýtt og ei heldur leggur stóran dent á, hvat leikarar hava avrikað í fortíðini. Hetta er uttan iva viðvirkandi til, at nógv verður lagt fyri hjá hvørjum einstøkum leikara fyri at vinna sær pláss á liðnum.

Og hetta sóu vit aftur í gjár, tá KÍ fekk vitjan av FC Suðuroy. Tveir ungir lokalir leikarar fingu sína ”debut” frá byrjan og tað er sjáldan vit síggja tað í sama dysti í Føroyum. 18 ára gamli Jóannes Bjartalíð byrjaði á høgra vongi fyri skadda Henry Heinesen, meðan 16 ára gamli Jákup B. Andreasen byrjaði á miðvøllinum. Felags fyri báðar var, at teir bara einaferð áðrenn hava roynt seg í landskappingardysti í bestu deildini, tá teir blivu skiftir inn. Teir báðir, sum hava sína styrki í góðum bóltførleika og góðum spæliskili, komu væl frá uppgávuni og hava lagt eina góða umsókn inn fyri meir spælitíð framyvir í einum KÍ hópi, har tað tykist vera hørð kapping um fleiri pláss á liðnum. Jákup skoraði eitt flott mál og Jóannes var tætt við at fáa mál. Í øllum førum kann staðfestast, at djarva venjara avgerðin við at byrja inni við tveimum ungum lokalum leikarum, sum fyri fyrstu ferð byrjaðu inni ein landskappingardyst í bestu deildini, gav gott úrslit hendan dystin.