Árið hjá KÍ í ár hevur koyrt í bylgjum. Fyrst kom ein upptúrur á sjey dystir, síðani ein niðurtúrur á fýra dystir, síðani ein upptúrur á sjey dystir og til endans ein niðurtúrur á tíggju dystir.
KÍ byrjaði kappingina væl og lá á odda eftir 7 umførum. Síðani kom ein stuttur niðurtúrur, sum tó ikki kostaði so nógv, tí ein upptúrur við 7 sigrum á rað gjørdi, at KÍ á Summar Festivalinum kundi leggja seg á odda í kappingini. Men júst á Summar Festivalinum byrjaði tann stóri niðurtúrurin hjá KÍ, sum vardi restina av kappingini. KÍ fekk bara 10 stig síðstu 10 umførini og frá at kunna leggja seg á odda í kappingini í 18. umfari, so endaði liðið uttan heiðursmerkir eftir 27. umfar. Niðanfyri eru tølini, sum vísa á upp- og niðurtúrarnar.
Upptúrur 1: Umfar 1-7
Dystir: 7
Stig: 19
Stig í miðal: 2,7
Niðurtúrur 1: Umfar 8-10 + steypakapping
Dystir: 4
Stig: 1
Stig í miðal: 0,25
Upptúrur 2: Umfar 11-17
Dystir: 7
Stig: 21
Stig í miðal: 3,0
Niðurtúrur 2: Umfar 18-27
Dystir: 10
Stig: 10
Stig í miðal: 1,0



