Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey – á pappírinum – klassakeyp hjá Víkingi

Jákup Ósá

Bæði Adeshina Lawal og Fróði Benjaminsen hava ymiskt til felags.

Bæði Adeshina Lawal og Fróði Benjaminsen hava ymiskt til felags.

Við tilgongdini av Fróða Benjaminsen, so hevur Víkingur fingið tilgongd av tveimum leikarum. Hin er Adeshina Lawal. Felags fyri báðar er, at teir áður hava spælt undir Sámal Erik hentze og hava vunnið føroyameistaraheitið undir honum. Fróði við HB í 2009 og Lawal við B36 í 2014. Sostatt hava allir leikararnir í Víkingi, uttan so at onkur frá ungdómsdeildunum fær sínar fyrstu minuttir í ár, roynt at vunnið føroyameistaraheitið, og enntá allir undir núverandi venjaranum Sámal Erik Hentze.

Felags fyri Fróða Benjaminsen og Adeshina Lawal er eisini, at teir báðir hava verið ársins leikarar í Føroyum. Sostatt hevur Víkingur nú tríggjar av teimum seinastu fýra leikarunum, ið hava verið valdur til ársins leikara. Fróða Benjaminsen(2013), Adeshina Lawal (2014) og Sølva Vatnhamar (2016). Fróði var eisini ársins leikari í 2001, 2009 og 2010.