Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey føroysk mál fyri fólkatingið

tidindaskriv

Avlurtingarpakkin og útlendingalógin eru til fyrstu viðgerð í fólkatingssalinum í dag.

Avlurtingarpakkin og útlendingalógin eru til fyrstu viðgerð í fólkatingssalinum í dag.

Klokkan 13 føroyska tíð verður fundur í fólkatingssalinum, har millum annað avlurtingarpakkin og broytingar í føroysku útlendingalógini eru til fyrstu viðgerð.

Broytingin í útlendingalógini er punkt 9 á skránni í dag. Broytingin skal gera tað lættari hjá útlendingum, ið arbeiða innan ávísar vinnur at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Her er talan um vinnur, ið tørva arbeiðsmegi.

Punkt 10 á skránni í fólkatingssalinum í dag er avlurtingarpakkin. Talan er um broytingar í rættargangslógini, sum víðka heimildirnar fyri avlurting og eisini gera tað møguligt at videoavhoyra børn.

Møguleiki er at fylgja beinleiðis við málunum á sjónvarpsrásini hjá Fólkatinginum her:http://www.ft.dk/webtv/video/20131/salen/84.aspx