Longu undan seinasta umfarinum í næstbestu deildini er greitt, hvørji lið flyta beinleiðis upp í Premier League.
Longu undan seinasta umfarinum í næstbestu deildini er greitt, hvørji lið flyta beinleiðis upp í Premier League.
Mánakvøldið tryggjaði Bournemouth sær annað plássið við 3-0 sigri á Bolton. Merkisvert er at síggja, at heimavøllurin hjá Bournemouth einans tekur 12.000 fólk. Í vikuskiftinum tryggjaði Watford sær hitt plássið. Triðja plássið fara nummar 3,4,5 og 6 at spæla um í hálvfinalum og síðani einari uppflytingarfinalu. Har eru Norwich og Middlesbrough heilt vist við, meðan kapping er um hini bæði plássini undan seinasta umfarinum, ið verður spælt komandi vikuskiftið.




