Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvey norsk manskór vitja Klaksvík í vikuskiftinum

Jóhann Lützen

Fríggjakvøldið 20. sep. kl. 18:00 í Varpinum, er tað heimskenda kórið, “Den Norske Studentersangforening” úr Oslo, ið trínur fram.

 

 

Dagin eftir, leygardagin 21. sep. kl. 15:00 í Skúlatrøð, er tað manskórið úr Kvæfjord frá norður Noregi, sum er á palli.

Hendan seinna konsertin er ókeypis, meðan atgongumerki til konsertina fríggjakvøldið fáast á atgongumerki.fo

Klaksvíkar Manskór byrjar báðar konsertir við tveimum kendum føroyskum sangum.