Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvey nýggj starvsfólk á Krea

Tíðindaskriv

Lýsingarstovan KREA hevur 13 ár á baki og hevur hesi árini gjørt fleiri enn 100 heimasíður, umleið 60 búmerkir og hópin av øðrum lýsingartilfari. Síðsta árið er ein sólskinssøga hjá KREA, tí at starvsfólkalið er fleirfaldað, samstundis sum tað framvegis er nokk av arbeiði til allar hendur á stovuni. Nýggjastu menninir í KREA-hópinum eru Poul Rasmussen og Bárður Lydersen. 

Poul er 23 ára gamal og kemur úr Runavík. Hann kemur í starv sum forritari, og verður hansara fremsta uppgáva at forrita heimasíður saman við Petur Kirke og Kajsten Højgaard. Tað eru í løtuni fleiri heimasíður, sum bíða eftir forritan, og valdu vit tí at styrkja henda partin enn meira, sigur Jaspur Langgaard, stjóri á KREA.

Bárður Lydersern hevur lært til myndamann hjá Per á Hædd og hevur eisini havt egið studio í Klaksvík í fleiri ár. Hann hevur gjørt nógvar fotografiskar og grafiskar uppgávur her í Føroyum og uttanlands. Harumframt hevur Bárður eisini arbeitt nógv við grafikki – bæði á Estra og í egnum virki og í altjóða høpi. Hann hevur havt myndaframsýningar í Føroyum og úti í heimi, umframt at hann hevur undirvíst og ráðgivið privat og alment innan foto og sniðgeving. 

Jaspur Langgaard fegnast stórliga um, at vit nú eisini fáa ein myndamann í hópin: “Tað vil bøta munandi um okkara góðsku, at vit nú eisini fáa ein professionellan myndamann í hópin”, og leggur afturat, at myndir hava sera stóran týdning fyri útsjónd av bæði heimasíðum og lýsingum, og tí er tað eitt stórt framstig at hava egnan myndamann, soleiðis at vit altíð fáa best egnaðu myndirnar til eina og hvørja uppgávu”.

Ein av grundunum til, at lýsingarstovan í Eysturoynni hevur fleirfaldað starvsfólkatalið síðsta árið, er tí at kommunur og fyritøkur í oynni hava tikið lógvatak um fyritøkuna, umframt at fyritøkan hevur fingið nógvar nýggjar kundar frá øðrum økjum eisini, sigur Jaspur Langgaard, sum leggur afturat, at samstundis sum fyritøkan er sera kappingarfør í prísi, so er fremsta vørumerki tó, at dygdin er í hásæti.

Harleywoodpaint