Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tvey pør í finalunum í tvímansleiki

Johnny í Grótinum

Tað eydnaðist tveimum av føroysku pørunum at vinna sær pláss í finalunum í tvímansleiki hjá ávíkavist kvinnum og monnum

 

Miriam og Bjarnhild vunnu trygt á einum pari av Orknoyggjum, og skulu tær tí spæla finaluna ímóti pari úr Isle of Man, sum vunnu ein tepran trýsettara á Sannu og Miu Thorkildshøj.

Tað gjørdist ein sannur gysari hjá monnunum, sum í trimum tøttum spennandi settum vunnu á Grønlandi. Triðja settið endaði 21-18, og fingu føroysku harraparið Magnus og Rúni soleiðis hevnd fyri tapið í finaluni í liðkappingini fyri sama grønlendska parinum. Í finaluni møta føroysku harrarnir Guernsey.

Finalurnar í tvímansleiki verða leiktar fríggjadagin.