KÍ-áskoðararnir eru spentir upp á steypafinaluna 27. august, tá ið KÍ møtir steypaliðnum av øllum, Víkingi. – Longu nú hava 1300 norðoyingar ognað sær atgongumerki, ímeðan bert 600 Víkinga-áskoðarar hava keypt sær atgongumerki.
… higartil.
Tíðindaskriv frá FSF.fo:
Atgongumerkjasølan til steypafinaluna millum KÍ og Víking gongur væl, skrivar FSF á heimasíðu síni.
Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum KÍ og Víking gongur væl. Fyrrapartin fríggjadagin vóru næstan 2.000 atgongumerkir seld.
Næstan 2.000 atgongumerkir eru longu seld til steypafinaluna hjá monnum, sum í ár verður ímillum KÍ og Víking, stendur skrivað á FSF.fo.
Klokkan 18:00 leygardagin 27. august verður Tórsvøllur karmur um finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður ímillum KÍ og Víking.
Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya ber til at keypa atgongumerki til finaluna, og síðani sølan lat upp fyri lítlari viku síðani eru næstan 2.000 atgongumerkir seld.
Fríggjadagin á middegi høvdu umleið 1.300 KÍ-fjepparar ognað sær setur á Tórsvølli til steypafinaluna, meðan Víkinga-fjepparar hava keypt umleið 600 atgongumerkir.
Sølan er skipað soleiðis, at eystara langsíðan á Tórsvølli er deild ímillum Víkinga- og KÍ-fjeppararnar. Síðani er ein partur av vestaru langsíðuni settur av til aðrar fótbóltsfjepparar, ið ynskja at síggja ársins steypafinalu.
Atgongumerki kunnu keypast her: FSF Búðin / Steypafinalan 2016




