Tað sær ógvusligt út, tá tvíkiljurnar, sum KJ Hydraulik monterar liðnar á Skarðhamri verða fluttar ígjøgnum býin.
Ímorgun fór bygginr. 24 út á Skraðhamar.
Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ Hydraulik á Kambsdali sigur við Norðlýsið, at tvíkiljan, ið var flutt út á Skarðhamar ímorgun kemur úr Letlandi via Rotterdam. Ziska sleipaði hana í nátt úr Tórshavn, har hon var sett á sjógv í gjárkvøldi, og norður til Klakksvík.
Stálarbeiðið og parturav aluminiumsarbeiðinum er gjørt í Letlandi og nú fara vit undir monteringina og liðugtgerðina á Skarðhamri. Tað er Alistøðin á Bakka/Faroe Salmon, ið skal hava hendan bátin. Tvíkiljan er 13,5 metrar long og 6 metrar breið og er hetta nr. tvey, sum vit hava gjørt til teirra i hesum umfarinum. Samstundis er hetta tvíkilja nr. 7, sum vit hava gjørt liðna á Skarðhamri, áðrenn hsvs vit bygt 17 tvíkiljur á Eiði.
Tað fyrsta sum nú verður gjørt er at gerða klárt til at P/F Sandblástur, sum vit eiga saman við Skarðhamri og HP Jarn, fer undir at sandblása, metalliserað og at mála tvíkiljuna.
Tá hetta er gjørt, fara vit so at seta motorar í bátin, tveir 330 hk Iweco, ein Palfinger krána uppá 23,5 tm, kop og spæl uppá ávikavist 6 og 10 tons, sum KJ-hydraulikk hervur framleitt og ymisk onnur smærri hudraulisk amboð.
Vit hava havt eitt sera gott samstarv við P/F PFJ-El á Eiði og tað eru teir, sum standa fyri el-arbeiðinum. Kári Johannesen av Skála hevur timburarbeiðið um hendir.
Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ Hydraulik sigur, at teir hava havt eitt sera gott samstarv við Skarðhamar og at samstarvið við allar undirleverandørarnar í samband við bygging av tvíkiljunum hevur verið fyrimyndarligt og millum annað tað hevur verið orsøkin til, at vit hava verið kappingarførir á marknaðinum.
Bygginummar 24 skal eftir ætlan handast eigarunum, Alistøðin á Bakka/Faroe Salmon, um Ólavsøkutíð.




