Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tvíkiljan Árnafjall er handað Hiddenfjord

KJ

Í vikuni varð tvíkiljan Árnafjall handað til Hiddenfjord. 

Árnafjall er nýbygningur nummar 58 hjá KJ, og er higartil størsta tvíkilja KJ hevur bygt. Hon er 20 metrar long og níggju metrar breið.

Tvíkiljan er sera væl útgjørd. Harímillum við tveimum Palfinger dekkskranum, á ávikavist 90 tonsmetur og 33 tonsmetur, deksspæli og fýra koppum. Harafturat tvær ferðir 500 hk motorum til framdrift og tveimum síðuskrúvum; ein aftan og ein framman.
Tvíkiljan er hartil útgjørd við DP skipan og tveimum ljósmotorum ið kunnu synkroniserast til í alt 480 kW. 

Til at betra um langar og harðar arbeiðsdagar er nógv gjørt burturúr, so trivnaður hjá manningini gerst betur, við ljóðbjálving á maskinaríðnum. 

– Vit ynskja Hiddenfjord til lukku við Árnafjall og takka fyri gott samstarv, verður sagt frá KJ.