Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvinnar nýggjar tyrlur til Atlantsflog um ársskiftið

Oliver Joensen

Hans Erik Jakobsen, frá Atlantsflog sigur, at fyrra tyrlan av AW 139 slagnum kemur til Føroya fyrst í desember mánaða og seinna væntandi í februar.

Nýggju tyrlurnar eru sera framkomnar, bæði til rutuflúgvin og til bjarging, tær flúgva helvtina skjótari enn tær gomlu, nevniliga 150 knob og tær kunnu væl røkka út á 200 fjórðinga fiskimarkið.

Tað er soleiðis, sigur hans Erik Jakobsen at krøvini til tyrlurnar eru sera nógv herd seinastu tíðina, og serliga seinasta árið. Tað hevur gjørt tað alneyðugt at Atlantsflog útvegar sær nýggjar tyrlur. Eitt nú kunnu gomlu tyrlurnar ídag ikki flúgva yvir hægri aldum enn 2,5 metrar ímeðan nýggju tyrlurnar í veruleikanum ongar avmarkingar hava í so máta. Talið av ferðandi við gomlu tyrlunum verður skjótt sett niður til 5 orsakað av strangari krøvum, ímeðan nýggju tyrlurnar fara at kunna hava 15 ferðandi umborð á flutningstúrum. Afturímót aktiónsradius hjá nýggju tyrlunum sum er 200 fjórðingar, so røkka gomlu tyrlurnar ikki longur enn út á 85 fjórðingar.

Hóast gomlu tyrlurnar i teirru tíð hava verið væl útgjørdar, so koma tær ikki nýggju tyrlunum til kníggja.

Hans Erik Jacobsen, sum er leiðari á tyrludeildini hjá Atlantsflog sigur, at felagið er væl útgjørt at taka ímóti avbjóðingunum við nýggju tyrlunum. Vit eru 8 vælútbúnir pilotar á Tyrludeildini, saman við 7 lívbhjargarum. Umsitingina og víðlíkahald hava vit saman við Atlantsflog.

Flogskipararnir hjá Tyrludeildini hjá Atlantsflog kenna væl hesar nýggju tyrlurnar. Vit hava havt hatta slagið av tyrlum í Føroyum í fleiri umførum í samband við frálandavinnuna. Flogskipararnir hjá okkum hava flogið hesar tyrlurnar í Danmark í Miðeystri og aðrastaðni, soleiðis at teir ídag hava savnað sær meira enn 10.000 tímar við stýripinnin á hesum tyrlunum, so vit í tyrlutoyminum hjá Atlantsflog síggja við spenningi fram til nýggju tyrlirnar sum uttan iva fara at vera eitt stórt frambrot fyri føroysku tilbúgvingina.

Bert spell, halda vit, leggur Hans Erik Jakobsen, leiðari á tyrludeildini hjá Atlantsflog afturat, við einum brosi, at politikararnir ikki vilja loyva okkum framat í kappingini innan frálandavinnuna. Til tað er einki sterkari toymi enn vit á tyrludeildini hjá Atlantsflog.