Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 22. mai 2018 ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017.
Sambært kommunustýrislógini § 53, stk. 2, nr. 1 skulu kommunur lata Fíggjarmálaráðnum grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár.
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 varð roknað við einum halli á 10.276 mió. kr. men ársroknskapurin vísir eitt avlop á 9.425 mió., t.e. 19.701 mió. kr. meira enn væntað.
Samlaði raksturin av Tvøroyrar kommunu kostaði 62,89 mió. kr. og er hetta 2.94 mió. kr. minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017. Meirnýtsla er staðfest í § 2 Almanna- og heilsumál á 458 tús. kr. og í § 4 Undirvísing á 161 tús. kr.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 15,90 mió í 2017, men roknskapurin vísir, at tað vórðu gjørdar íløgur fyri 8,34 mió. kr., sum kunnu sundurgreinast soleiðis:
| t.kr. | ||
| § 1 | Kommunal fyrisiting | 205 |
| § 2 | Almanna- og heilsumál | 0 |
| § 3 | Børn og ung | 1.10 |
| § 4 | Undirvísing | 565 |
| § 5 | Mentan og frítíð | 110 |
| § 6 | Teknisk mál | 5.12 |
| § 7 | Kommunal virki | 1.15 |
| 8.34 |
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í 2017 vóru 8.89 mió. kr. hægri enn væntað. Roknað var við 73,41 mió. kr. í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vórðu 82.30 mió. kr.
Inntøkan av persónsskatti var 64.53 mió. kr. harav 3.93 mió. kr. í partafelagsskatti, og er hetta 7,89 mió. kr. meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2017.
Tvøroyrar kommuna hevur í 2017 goldið 3,75 mió. kr. í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,46 álíkning.



