Tónleikararnir í Twisted Sister hava í dag verið norðan fyri og hugt seg um.
Tónleikararnir í Twisted Sister hava í dag verið norðan fyri og hugt seg um.
Teir vitjaðu smoltstøð, alibrúk, fiskavirki, bryggjarí, og so vóru teir eisini ein tyrlutúr við tyrluni hjá Atlantsflogi.
Tónleikarar og hjálparfólk fóru á flog úr Klaksvík, sveimaðu yvir býnum og vóru eisini norðanfyri og sóu Føroyar úr hæddini.
Teir í Twisted Sister vóru stórliga hugtiknir av landslagnum, og teir, sum eru uppvaksnir og búgva í New York, hildu fyri, at tað var sum at vitja eina aðra planet.
Twisted Sister spælir á Vágsbøi hóskvøldið.




