Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týðandi 1.deildardystur í Klaksvík í kvøld

Jákup Ósá

KÍ stríðist fyri at vinna heiðursmerkið, meðan B36 má vinna fyri at koma uppum niðurflytingarstrikuna.

Í kvøld verður fult umfar í næstbestu deildini. Tó er dysturin millum AB-TB/FCSuðuroy/Royn fluttur til hóskvøldið. KÍ, sum liggur á 2. plássi, lá leingi og stríddist um oddasessin, men seinastu vikurnar hava úrslitini ikki verið góð og nú liggur KÍ í harðari kapping við B68 og Víking um at sleppa innum topp 3. Mótstøðuliðið í kvøld er B36, sum liggur til niðurflyting í løtuni. B36, sum hevur 2 stig upp til Giza Hoyvík á 8. plássi, hevur seinastu tíðina fingið brúkilig úrslit og vann m.a. 5-2 á B68 seinasta vikuskiftið.

Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 19.30.

Harleyfacadeacryl