Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týðandi tiltøk menna býin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur – býráðslimur

Fyri handilslívið í Klaksvík hevur tað stóran týdning, at tiltøk javnan eru í býnum. Hetta er gott og savnandi fyri býin. Tí er umráðandi, at býráðið skapar góðar karmar og bakkar upp um tey, ið skipa fyri tiltøkum.

Fyri handilslívið í Klaksvík hevur tað stóran týdning, at tiltøk javnan eru í býnum. Hetta er gott og savnandi fyri býin. Tí er umráðandi, at býráðið skapar góðar karmar og bakkar upp um tey, ið skipa fyri tiltøkum.


Sum býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu fegnist eg um øll tey mongu, sum skapa nakað her í kommununi . Her hugsi eg bæði um vinnuvirkir, handlar, matstovur, skúlar, mentanartiltøk, ítróttarkappingar og um einstaklingar, sum virka og skapa virði innan hesi øki.

Í hesum sambandi kunnu vit nevna Torradagarnar, sum standa fyri framman. Í summar hava vit so Norðoyastevnu, Summarfestival og Føroya Sjómannadag. Í December mánaða kemur jólaskipið. Og eftir ætlan verður Fish-Fair í Klaksvík komandi ár.

Tað eru óivað nógvir aðrir ótroyttir møguleikar.

Fjølbroytt býarlív

Í Klaksvík er eitt stórt tal av handlum og matstovum. Hugaligt er eisini at síggja, at tað gerast fleiri í løtuni.

Vit hava eitt sera væl útgjørt og samanhangandi ítróttarøki við tveimum samanbygdum ítróttarhallum, fótbóltsstadion og svimjihøll.

Her eru framhaldsskúlar eftir fólkaskúlan. Eitt vælvirkandi sjúkrahús, bókasavn, fornminnasavn, Spaniastova, aðrar mentanarpallar og kykmyndahøll.

Innan hesar karmar virkar ein hópur av ymiskum aktivitetum, sum tilsamans gevur tað spennandi býarlív, sum Klaksvík kann bjóða.


Fleiri vitjandi tá tiltøk eru í býnum

Kappingar, stevnur, festivalar, dystir, ráðstevnur og onnur tiltøk hava eisini týdning fyri handlarnar í býnum. Til hesi tiltøk koma gestir, sum gera brúk av møguleikunum.

Her eru ongi hagtøl at vísa til, men sambært fleiri handilsfólkum í Klaksvík, so merkja tey týðiligan mun á søluni , tá tiltøk eru í býnum.


Umráðandi at stuðla núverandi og nýggjum tiltøkum

Tað er sera týðandi, at vit standa saman um tey tiltøk, sum eru í býnum. Hvørt einasta tiltak gevur sítt íkast – ikki minst til handilslívið.

Vit síggja bara hvussu nógv fólk vitja í Klaksvík á Summarfestivalinum og alla ta vikuna. Her tosa vit um umleið 10.000 vitjandi. Summarfestivalurin er høvuðstiltakið í býnum, men øll hini tiltøkini fáa eisini nógv fólk at leggja leiðina norður hendanvegin.

Tí er umráðandi, at Klaksvíkar Býráð heldur fram at stuðla og stimbra fyriskiparar og íverksetar í kommununi, so vit bæði varðveita og menna tað verandi, og eisini lofta nýggjum hugskotum, stórum sum smáum.


Ferðavinnan

Trúgvi at nógvir ótroyttir møguleikar eru í ferðavinnuni í Norðoyggjum, tí vit hava nógv at bjóða uppá av vakrari náttúru. Fleiri ferðamannaskip vóru í Norðhavnini í fjør og higartil hava 10 skip boða frá, at tey koma her í 2014.

Hetta er ein vinna, sum vit hava staðið saman um og ment. Vónandi fara vit at síggja fleiri fruktir av hesum arbeiði í framtíðini. Her eru stórir møguleikar . Vit hava tær føroysku alpurnar, vakrar kirkjur og nógv annað vakurt. Umráðandi er at allir aktørar arbeiða saman, so vit náa besta úrsliti.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

býráðslimur