Allir skúlar í landinum hava eitt álitisfólk, ella eru teir knýttir at einum, alt eftir stødd á skúla. Tað er sera ymiskt, hvussu sjónsk hesi álitisfólk eru, eisini tí, at tey ikki eru til staðar á teimum smáu skúlunum. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum:
Tað liggur altíð ein serlig ábyrgd á hesum lærarum, tí teir eru bindilið millum lærara og leiðslu. Ein leiklutur, ið kanska serliga kemur til sjóndar, tá einhvør træta er millum partarnar. Tað er júst hesin parturin av arbeiðinum sum álitisfólk, ið er so týdningarmikil. Tað er týdningarmikið, at álitisfólkini vita, hvat tey skulu gera, og hvussu tey skulu reagera, tá ein spent støða er.
Spurningurin er, hvussu eru hesi fólk rustað til at møta teimum avbjóðingum, ið tey møta. Tað er sera ymiskt, tí lærararnir, ið eru álitisfólk eru sera ymisk. Tey hava onga serliga útbúgving, ið er rættað ímóti hesum arbeiði. Tey eru eisini vald fyri eitt eitt ára tíðarskeið, ið møguliga ger tað torført at gera eina langa íløgu í tey. Álitisfólkini standa tó ikki á berum. Ein handbók er skrivað til álitisfólkini, og eftirsum tey hava játtað seg til hetta týdningarmikla starv, so hava tey sett seg inn í, hvat tað inniber. Men er ein handbók og áhugi nokk?
Hevði tað ikki verið ein nógv betri loysn, um mann fekk eitt skeið, ið vardi nakrar dagar til álitisfólkini, og afturat tí havt álitisfólkadagar, sum vit hava nú. Um so var, at mann fór undir eina tílíka skeiðsætlan til álitisfólk, so kundi mann brúkt núverandi mannagongd við álitisfólkavali sum grundarlag. Nakrar broytingar mugu tó gerast, tí tað er ikki haldbart at útbúgva lærarar, ið bert sita eitt ár sum álitisfólk.
Hetta er ikki ein bílig loysn, men so avgjørt ein gongd leið.
Føroya Lærarafelag er við í fakfelagssamstarvinum, og hevði hetta verið eitt upplagt evni at tikið upp. Saman kundu feløgini tikið stig til at fingið eitt felags skeið fyri álitisfólkunum, sum vardi nakrar dagar, og sum var spreitt yvir t.d. fýra vikur, soleiðis, at luttakararnir høvdu høvi at hugsa um tað, sum var gjøgnumgingið. Eisini fyri at luttakararnir kundu fingið tíð til at seta viðkomandi spurningar til tilfarið, ið er neyðugt hjá einum álitisfólki gjøgnumganda og duga.
Feløgini hava hvør síni álitisfólk, fólk, ið hava felags- og eisini ymiskar avbjóðingar. Hetta er tó ongin forðing. Hesar ymsu royndirnar kundu tey fingið gleði av, tí tá ymiskleikar skifta orð, kemur ofta okkurt uppbyggjandi burturúr.




