Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týdningurin av røkja og viðlíkahalda Guttabreyt

Jóhann Lützen

Viðfesta mynd er tikin í góðveðrinum hóskvøldið 7. mars kl. 22:10 av Guttabreyt, har meir enn helvtin av rennibreytini liggur í myrkri, tí ein stór helvt at lyktapelunum kring rennibreytina ikki lýsa

 

Lesarin, sum hevur sent Norðlýsinum hesa myndina, upplýsir, at hesir myrku lyktapelarnir kring Guttabreyt ikki hava lýst í nakrar vikur.

Guttabreyt verður brúkt av mongum borgarum, og tað er ikki ofta, at eingin er til gongu ella rennur har, sama nær tú kemur framvið.

Tí er so umráðandi, at lyktapelarnir kring Guttabreyt støðugt verða røktir og viðlíkahildnir av kommununi, sum vit tíverri ikki kunnu siga í løtuni, nú rennibreytin í stóran mun liggur í óunniligum myrkri.

Kanska hetta hjartasuffið frá borgaranum fer at røkka teimum í kommununi, sum hava ábyrgd og kunnu gera nakað við hetta.