Vegna tekniskar trupuleikar sleppur tyrlan ikki at flúgva heim til Vágarnar, men verður koyrd heim við lastbili.
Seinnapartin í dag, tá ið tyrlan stóð á tyrlupallinum í Klaksvík varnaðist flogskiparin onkrar tekniskar trupuleikar, og av trygdar orsøkum var avgjørt ikki at flúgva meira við tyrluni, men í staðin var sent boð eftir einum lastbili.
Tyrlan verður í løtuni flutt frá tyrlupallinum oman í miðbýðin og síðani vestureftir gjøgnum tunnlarnar.
Fylg við á blogginum hjá Norðlýsinum




