Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tyrlupallurin í Skúvadali tikin í nýtslu

Oliver Joensen

 Um miðdagsleitið í dag, lætti tyrlan av Horni við heilt serstøkum ørindum. Nú skuldi nýggi tyrlupallurin, ið eldsálir høvdu stoypt í Skúvadali roynast.

Bert fýra fólk vóru við á ferðini. Flogskipararnir báðir, Hans Erik Jacobsen og Andreas Mouritsen. Síðani vit báðir Árni. Ørindi míni vóru at taka nakrar myndir av fyrstu lendingini á nýggja flogvøllinum tá tyrlan lendi har á fyrsta sinni.

Árni hevði eitt stórt slengur við til tyrluna at føra eystur. Harímillum vóru lambakjøt og búffar, ið skulu brúkast til seinasta arbeiðisdagin har eysturi undan summarfrítíðini.

Nú er avgjørt, at í morgin leygardagin kl. 0800 vara vit av Núpi (uttast á Oyravegnum) og ganga eystur at rudda øki og gera tað seinasta á húsinum uttan.

Brúk er fyri nógvum fólki. Vælsignaðir komið við, kanska serliga handverkarar, men eisini sjálvandi hjálparfólk, um áhugi er, so taki konur og børn við, ella konur, taki menn og børn við. Gott var um tir ringdu til Árna Skaale á tlf 758100 og boðaðu frá at tit komu við.

Býráðslimurin Kristian Eli Zachariassen fer at standa fyri matgerðini har eysturi, so ikki er neyðugt at hava nakað við, kanska ein lítlan matpakka. Kristian Eli fer at grilla, kjøtið er farið eystur, men fløtaeplini skulu vit bera við okkum í morgin, sum skilst.

Gott er tí at Árni veit á leið hvussu nógv vit verða, sum sagt, hann hevur tlf. 758100.