Tað sær út til, at tyrlutænastan hjá Atlantsflog rættuliga hevur bitið seg fasta í off-shore tænastuni í Stórabretlandi.
Hans Erik Jakobsen, stjóri á Atlantic Helicopters sigur, at alt byrjaði við einum leigusáttmála við Bristol Helicopters í Norwich, sum var tíðarfestur til 29 dagar. Hetta var fyrst í mars mánaða, men enn hevur Atlantic Helicopters úr at gera í Bretlandi, og tá núverandi sáttmáli gongur út 1. september, sær út til at tyrlutænastan skal halda áfram aðrastaðni í Bretlandi.
Vit byrjaðu við at flúgva út á tveir pallar , nevniliga Grov pallin, ið liggur einar 92 fjórðingar úr Norwich og so J6A pallin, ið liggur 97 fjórðingar úr Norwich, ella stutt innanfyri hálendska markið.
Seinastu tíðina hava vit flogið fyri Bristol Helecopters til ein pall, sum eitur INDE 23A, ið liggur einar 60 fjórðingar úr Norwich. Vit flyta arbeiðisfólk út á pallin. Eina dagvakt út um morgunin og taka náttarvaktina við heim aftur, og síðani út aftur um kvøldið við náttarvaktini, ímeðan dagvaktin verður tikin í land aftur.
Hans Erik Jakobsen sigur, at tveir klaksvíkingar, Janus á Tjaldrafløtti og Fróði Waag gera tænastu fyri tyrludeildina í Norwich. Harafturat hevur tyrludeildin klakt ein nýggjan stýrimann og ein nýggjan skipara, teir eru Óli Reynaskor úr Sørvági og Bjarki Jensen , ið er suðuroyingur. Óli er stýrimaður, íkenað Bjarki er skipari á tyrluni.
Annars lata allir 5 flogskipararnir og teir tveir mekanikararnir, sum eru í Norwich heilsa heima, og siga at teir hava tað allir gott.




