Fólkatingsvalið týsdagin er eitt gott høvi hjá øllum kvinnum at vísa, at nú vilja vit luttaka meira virknar í fólkaræðinum enn higartil, nú skal tað vera.
Fyrsta stigið er tikið. Vit hava hoyrt á nógv ár, at kvinnur vilja ikki stilla upp. Til hetta fólkatingsvalið hava vit sæð, at hetta er ikki so, ongantíð áður hava so nógvar kvinnur úr øllum flokkum latið seg stilla upp.Tað er enntá so, at tað eru lutfalsliga fleiri kvinnur uppstillaðar til hetta valið í Føroyum, enn í Danmark.
Tað er nú upp til tykkum at vísa teimum álit við at seta kross við eina kvinnu.
Lat okkum vísa at kvinnur stuðla kvinnum og harvið vísa okkara politikarum og øllum Føroya fólkið, at nú má gongdin vendast.
Vit meina í fullum álvara at vit vilja eisini síggja kvinnur í øllum størvum í samfelagnum, eisini í politikki, á jøvnum føti við menn. Kvinnurnar skulu vera ein natúrligur viðspælari, allastaðni har avgerðir vera tiknar, so vit fáa betri grundaðar avgerðir og eitt betur samfelag fyri okkum øll.
Góði veljari stuðla tit kvinnum til fólkatingsvalið týsdagin, so kunnu vit róliga siga, latið bara løgtingsvalið koma !
Eyðgunn Samuelsen valevni hjá Javnaðarflokkinum.




