Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týsdagin og mikudagin ber til at royna eitt sórt tal av hjálpitólum

Helgi Abrahamsen

Ein mynd sigur ikki alt, og tí er týdningarmikið at kunna royna hjálpitólini áðrenn tey verða keypt.

Ein mynd sigur ikki alt, og tí er týdningarmikið at kunna royna hjálpitólini áðrenn tey verða keypt.

“Eg havi arbeitt innan hetta økið í fleiri ár og havi í tí sambandi sæð, hvussu trupult tað kann vera at finna tey røttu hjálpitólini. Eisini haldi eg, at tað hevur stóran týdning at kunna royna tólini, áðrenn tey verða keypt.” Tað sigur Mariann P. Garðalíð av Skála, um orsøkina til at hon hevur opnað handilin ROSAH í Saltangará, og nú eisini skipar fyri eini “REHAB messu” í Badmintonhøllini í Havn.

“Hóast hendan messan er minni, enn messur av hesum slagnum ofta eru í øðrum londum, so haldi eg, at úrvalið er nokkso stórt,” sigur Mariann.

“Millum annað hava vit eitt skáp, ið hevur onkra praktiska loysn til teirra, sum ikki røkka, her er eitt vesi við vaski ið kann snarast, og her eru eisini kúludýnur og kúluvestar ið virka sissandi fyri tey ið hava sjúkur sum ADHD. So eru eisini ruggustólar ið fáa minnisveik at slappa av, skrivstovustólar við bremsum, rampur til koyristólar og mangt annað, ið kann gera dagligdagin lættari,” sigur hon.

“Nógv av hesum tingunum ber til at síggja á myndum aðrastaðni, men ein mynd sigur ikki alt. Ofta er eisini brúk fyri at sleppa at royna tingini,” sigur Mariann.

Undirvísing

Umframt framvísingar av tólum verður eisini undirvísing á skránni á REHAB messuni.

Danska felagið “Vela”, sum ger stólar til fólk við serligum tørvi, fer tvær ferðir at undirvísa um tað at sita væl, og eisini “Master-Care”, ið hevur ment amboð ið hjálpa við at venda seingjarliggjandi fólkum, fer at hava tvær framløgur. Harumframt fer Turid Jacobsen, ergoterapeutur eisini at undirvísa.

Øll eru vælkomin

Handilin ROSAH er einasti føroyski veitarin, sum er við á messuni, og útlendsku veitararnir eru Master-Care, Vela, Wellnessnordic, Excellent System og Bjørn Nielsen.

“Messan er fyri øll, so her er ein góður møguleiki hjá Landið, Kommunum, Sambýlum, Ellisheimum og tí einstaka at koma á messuna, og fáa sær kunnleika um ymisku vørurnar,” sigur Mariann P. Garðalíð.

REHAB messan verður opin týsdagin og mikudagin frá klokkan 10 til 18 báðar dagarnar.