Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U15 gentur hjá KÍ í steypafinaluna við yngra árganginum

Jákup Ósá

Bára S. Klakstein, annar av høvuðsvenjarunum hjá KÍ, sigur, at á U15 gentuliðnum hjá KÍ eru bara gentur frá yngra árganginum. Tær hava bara spælt javnar dystir í ár, so jøvn verður finalan væntandi eisini.

 

Bára S. Klakstein er saman við Malenu Josephsen venjari hjá U15 gentunum hjá KÍ.

– Eg haldi, at vit eru væl fyri. Men kanska tað er keðiligt, at finalan er okkara fyrsti dystur aftaná summarferiuna, sigur KÍ venjarin.

– Vit hava bara spælt ein dyst í móti B36 og hann var sera javnur og kundi fari báðar vegir, men vit endaðu við at vinna 1-0. Væntandi verður tað ein spennandi dystur. Allir dystir hava verið javnir, sum vit hava spælt. Men hetta er fyrstu ferð, at okkara spæla finalu og allar genturnar eru frá yngra árganginum og onkur frá U13. Tær eru ungar, og hetta er ein heilt serligur dystur fyri tær, sigur Bára S. Klakstein at enda við Norðlýsið.

 

Steypafinalan hjá U15 gentum millum KÍ og B36 verður leygardagin kl. 11.15 á Tórsvølli.