Mikudagin fóru 15 spentir badmintonleikarar til kapping í Farum.
Kappingin byrjaði í morgun og heldur áfram næstu dagarnar. Leikararnir luttaka í M og A rekkjuni.
Hetta er ein afturvendandi kapping, sum Badmintonsambandið velur at senda U15 leikararnar til. Umstøðurnar at spæla og gista eru góðar, og nógvir leikarar úr øðrum londum luttaka eisini.
Tey, sum umboða Føroyar eru:
- Símun T. Sigvardsen, HBF
- Beinir Weihe, HBF
- Páll V. Laksafoss, HBF
- Hansina Mouritsen, HBF
- Óðin Eldevig, HBF
- Boas á Reynatrøð, ÍF
- Jóhannus Lamhauge, ÍF
- Jónas Festirstein, KBF
- Mannbjørn Mouritsen, HBF
- Sarita Kvilt, HBF
- Inga Guðrin Samuelsen, HBF
- Tóra Erlandsdóttir, HBF
- Jens Marius Hentze, HBF
- Sólfinnur F. Luid, HBF
- Tístram Hammer, HBF
Spennandi verður at fylgja teimum.
Ferðaleiðarar á túrinum eru Erland Poulsen og Birita K. Samuelsen. Og venjari er Rúni Øster.



