Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U15 landsliðið til Liktinstein

Tíðindaskriv

Í morgun fór U15 landsliðið hjá dreingjum í fótbólti til Liktinstein, har Føroyar skulu spæla tveir venjingardystir.
 

U15-ferðalagið kemur til Liktinstein í kvøld, og er venjing á skránni stutt eftir, at dreingirnar eru komnir til Ruggell í Liktinstein, har U15 landsliðið skal spæla ímóti Liktinstein.

Dystirnir ímóti Liktinstein verða leiktir hósdagin kl. 15 (kl. 14 føroyska tíð) og leygardagin kl. 14 (kl. 13 føroyska tíð). 

 

Venjari hjá U-15 landsliðnum er Øssur Hansen

Liðið, sum er úttikið til landsdystirnar ímóti Liktinstein er:

Fayo Kruse, EB/Streymur

Óli Mittún, HB

Rógvi Eyðbjørnsson, KÍ

Sigurd Rasmussen, B36

Jacob N. Vilhelm, KÍ

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

Heini S. Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Jákup A. Thomsen, Víkingur

Rani W. Sørensen, HB

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DEN)

Ejvind Restorff Mouritzen, HB

Hans Jacob Arngrímsson, Víkingur

Alexander Holm Kilgour, TB/FCS/Royn

Elias Isaksen, Víkingur

Hjarnar Johansen, B68

Tóki á Lógv, KÍ

Oddmar Nybo Jespersen, TB/FCS/Royn

Jóhan Højbro, ÍF

Mourits Mohr Bisgaard, Vejle Boldklub