U16 liðið hjá KÍ stendur seg væl í Spania og skal í kvøld spæla 1/8 finalu.
Í síðstu viku spældi U16 dreingirnir hjá KÍ í kapping í øki nærhendis Barcelona. Har endaðu teir í finaluni, sum teir tó taptu móti Torre del Leon.
Hesa vikuna hava teir spælt í San Sebastion. Og har hevur eisini gingið væl, tí mikudagin eydnaðist liðnum at vinna sín bólk og harvið koma víðari í 1/8 finaluna.
Úrslitini í bólkaspælinum vóru:
KÍ – Kenkra (India): 3-0
KÍ – Sant Just Athletic (Barcelona, Spania): 1-1
KÍ – Ursbili (Basque): 3-0
Hósdagin kl. 18.00 lokala tíð spælir KÍ móti einum lokalum liði, sum hevur vunnið allar sínar dystir.
Annars siga klaksvíkingarnir úr Spania, at tað verður tosað nógv um KÍ liðið millum spaniólar, tí KÍ spælir spennandi g flottan fótbólt. M.a. sæst hetta aftur í, at mótstøðuliðini sparka, sláa og spýta, tí tey leikliga ikki røkka upp á støðið hjá KÍ liðnum.
Norðlýsið fylgir gongdini hjá U16 hjá KÍ í Spania.
Les eisini aðrar greinar um U16 hjá KÍ í Spania:
– KÍ er komið í finaluna í Spain Trophy
– KÍ U16 dreingir vunnu silvur í altjóða fótbóltskapping í Barcelona




