Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U19 genturnar mistu á stokkinum

Norðlýsið

Mál frá Mariu K. Thomsen og Eyðvør Klakstein vóru ikki nokk til at vinna móti Moldova í seinasta dystinum í EM undankappingini.

Føroyska U19-landsliðnum við gentum, ið seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping í Turku í Finnlandi, spældi hósdagin seinasta dystin í kappingini.

Mótstøðuliðið var Moldova, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer, stóð á jøvnum 2-2. Sum heild eitt gott úrslit fyri føroyska liðið, men kortini kundu okkara gentur loyva sær at vera vónbrotnar eftir dystin.

Tá 35 minuttir vóru spældir legði Maria K. Thomsen Føroyar á odda, men beint fyri hvíldina javnaði Moldova til 1-1. Henda støða helt sær til eitt gott korter var eftir at spæla, tá dómarin dømdu brotsspark til Føroyar, sum Eyðvør Klakstein setti trygt í netið.

Føroyska liðið var betri allan dystin, men í avgerandi løtum væntaði seinasti neyvleikin. Tí var tað eitt stórt vónbrot fyri okkara gentur, at Moldova megnaði at javna til 2-2, tá tveir minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina.

Endaliga støðan í bólkinum gjørdist, at Finnland vann við fullum stigatali, meðan Kekkia bleiv nummar 2. Moldova og Føroyar endaðu á 3. og 4. plássi við einum stigi í part.

Føroyar:
1. Lea Reginsdóttir (GK), 2. Vár Næs (14. Sigrun Sirdal, 78. min.), 3. Anna Brimnes, 4. Katrina Akursmørk, 5. Elsa Jacobsen (12. Silja Johannesen, 88. min.), 6. Kára Jarnskor, 7. Ásla Johannesen (18. Jóhanna Lervig, 90. min.), 8. Eyðvør Klakstein, 9. Jensa Olsen, 10. Maria K. Thomsen og 11. Marta S. Thomsen

Á beinkinum:
16. Hanna Poulsen (GK), 13. Tóra Olsen, 15. Rebekka Johannesen og 17. Bjørt Magnussen.

Venjari:
Johan Petersen


Tekstur og mynd: FSF