Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U21 landsliðið fekk flottan javnleik í Póllandi

Jákup Ósá

U21 landsliðið hjá Føroyum fekk í dag eitt av bestu úrslitunum á útivølli nakrantíð. Føroyar fingu javnleik 1-1 í Póllandi. Føroyar komu á odda í fyrra hálvleiki við góðum máli frá Jákupi Thomsen. Í seinna hálvleiki javnaði Pólland við brotssparki. Trýstið á føroyska málið var til tíðir stórt, men Karsten Hansen í málinum spældi ein sera góðan dyst. Sum ofta er sagt, so krevst mangan, at føroyski málverjin skal spæla ein framúr dyst fyri at Føroyar skulu fáa góð úrslit og hetta kann sigast um dagsins dyst.

 

1-1 javnleikur móti Póllandi er uttan iva millum bestu úrslitini hjá U21 landsliðnum á útivølli nakrantíð.