Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliðið gjørdi einki við Russland

Jákup Ósá

Dysturin var avgjørdur longu í hálvleikinum.

Føroyska U21 landsliðið hevur framvegis einki stig fingið í hesi undankappingini. Í kvøld taptu Føroyar 3-0 á Svangaskarði móti Russland. Hálvleiksstøðan var 3-0, so ein kann siga, at dysturin longu var avgjørdur í hálvleikinum.
Føroyar spæla sín næstseinasta dyst í hesi undankappingini týsdagin 6. september í Aserbaijan.