U21 landsliðið spælir í annaðkvøld á Tórsvølli móti Finnlandi.
Seinastu dagarnar hevur U21 landsliðið fyrireikað seg til uppgávuna hóskvøldið á Tórsvølli. Veðrið hevur verið av tí fagrasta, og fyrireikingarnar hava sum skilst gingið væl.
In.fo/Rás 2 var til venjing í dag og har verður væntað, at hesir byrjað inni í enari 4-2-3-1 leikskipan: Elias Rasmussen – Leivur Joensen, Andrias Eriksen, Teitur Olsen, Gestur B. Dam – Jonas G. Hansen, Hákun Edmundsson – Patrik Johannesen, Jóannes Bjartalíð, Teit Jacobsen – Jákup Thomsen
Føroyska U21 landsliðið hevur enn einki stig fingið í hesi undankappingini, men liðið er nú kanska fyri fyrstu ferð bara mannað við leikarum, sum til dagliga spæla fast í sínum Effoliðum, og har fleiri enntá eru profilar. Afturat teimum onkrir útisetar sum m.a. Jákup Thomsen, sum í álopinum er ein leikari, sum seinasta árið veruliga hevur gjørt um seg í FC Midtjylland, sum bæði hevur vunnið danska meistaraheitið í sínum árgangi og sum í ungdóms Champions League fekk fleiri heilt góð úrslit. Mótstøðuliðið Finnland hevur 9 stig í 5 dystum, men á útivølli hevur liðið bara skorað eitt mál í trimum dystum, so møguleikarnir hjá Føroyum fyri at fáa stig eru helst hampiliga góðir hesaferð.
In.fo/Rás 2 hevur gjørt eina samrøðu við KÍ toppskjúttan Jóannes Bjartalíð, sum kann hoyrast HER
Dysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli hóskvøldið kl. 18.00. Tað er ókeypis atgongd.
Mynd: FSF




