Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

U21 landsliðið spældi væl men tapti tepurt

Jákup Ósá

U21 landsliðið í hondbólti tapti móti Fraklandi, men talan var um gott føroyskt avrik.

Føroyska U21 landsliðið er úti av HM endaspælinum í Algeria. Tað hendi eftir 28-25 tap móti Fraklandi í dag í 1/8 finaluni. Men talan var um flott føroyskt avrik, tí spenningurin helt sær nærum allan dystin og føroyska liðið spældi væl nærum allan dystin. Munurin var kanska, at føroyingar brendu fleiri opnar mál møguleikar. Eingin ivi um, at Føroyar í hesum endaspælinum hava gjørt eina sera góða lýsing fyri føroyskan hondbólt. Hetta U21 landsliðsavrikið ger, at tað verður spennandi at fylgja føroyskum landsliðshondbólti í framtíðini, tá hesir leikararnir taka næsta stigið til A-landsliðshondbólt.