Ein gráan juni mánað í 2001, stóð tá 23 ára gamla Olga Yaroslavivna Loburak, úr Ukraina á flogvøllinum í Vágunum, við pappírum uppá at kunna vera tríggjar mánaðir í Føroyum – Olga er her enn, gift við Páll Klein Rasmussen og saman eiga tey eina dóttir sum nú er 9 ára gomul og Olga er kend sum lívliga ”listakvinnan” á Snallu Bjallu.
Ein gráan juni mánað í 2001, stóð tá 23 ára gamla Olga Yaroslavivna Loburak, úr Ukraina á flogvøllinum í Vágunum, við pappírum uppá at kunna vera tríggjar mánaðir í Føroyum – Olga er her enn, gift við Páll Klein Rasmussen og saman eiga tey eina dóttir sum nú er 9 ára gomul og Olga er kend sum lívliga ”listakvinnan” á Snallu Bjallu.
Olga er ídag kendur ”klaksvíkingur”. Eg hitti hana og Páll fyrst á Norðlýsinum til eitt prát, og seinni í heimi teirra. Orsøkin til at eg bað um eitt prát við Olgu er støðan í Ukrainu ídag. Men hóast tað, er tað ikki óhugnaligu hendingarnar í Ukrainu vit skulu práta um, men heldur um Olgu Yaroslavivina Loburak .
Úr 35 hitastigum og 25 kuldastigum
Eg eri fødd í einu býi í Ukreinu, sum eftir Ukreinskum mátistokki er ein sera lítil býur. Har búgva ”einans” umleið 70.000 fólk. Býurin eitur Kolomyja og liggur við fótin á Karpata fjallaketuni. Kenda fjallið Hoverla liggur tætt vestanfyri, tað er eitt kent fjall hjá fjallaklintrarum og skíðarum. Tað er stórur munur á veðrinum har og her. Vit hava fastlandsklima og hitin kann koma heilt upp í 35 hitastig um summarið, ímeðan kuldin kemur niður á 20 og 25 kuldastig um veturin. Sum børn dámdi okkum sera væl tá kuldin kom niður á 25 kuldastig, tí tá fingu vit frí frá skúlanum og kundu hugna okkum heima.
Listakvinna
Mamma mín er listakvinna og keramikari. Undir sovjettíðini, sum vit sluppu burturúr í 1973, var hon designari á eini teknistovu har tey gjørdu layout og annað til framleiðslurnar aðrastaðni í Ivano-Frankivsku regiónini, har heimbýur mín liggur. Í sovjettíðini vórðu allar kirkjur oyðilagdar í Kolomyya, men eftir 73 byrjaðu fólk á staðnum aftur at byggja kirkjurnar uppaftur, og tá listprýddi mamma serliga tvær kirkjur.
Pápi hevur eisini verið innan listina, hann hevur verið lærari á einum stórum almennum kunstskúla.
Vildi út í heim
Foreldrini hjá mær fingu meg í 1978. Sum hjá nógvum børnum her, so fór eg í vøggustovu og barnagarð og sum 6 ára gomul byrjaði eg í barnaskúlanum. Har var eg til 87 og fór síðani í gymnasium til 93. Síðani fór eg á pedagogskúla og var liðug har í 97. Síðani ætlaði eg at lesa víðari, samstundis sum eg undirvísti á einum barnaskúla sum vikar. Hetta er lívsleið mín til 2000, men tá vildi eg nakað annað, eg vildi út í heim og eg tímdi ikki skúlan meira.
Oksana og Jákup
Nógvir føroyingar komast helst við Oksanu, sum bleiv gift við Jákupi Jacobsen í Sandavági og minnast kanska serliga systir hennara Hannu, sum giftist Kamari Klein í Klaksvík eftir at myndugleikanir høvdu hótt við at vísa Honnu úr Føroyum, tí hon hevði ikki arbeiðis og uppihaldsloyvi her. Tað var tá, Kamar Klein kom sum frelsandi eingil og bjóðaði sær at gifta seg við Honnu, soleiðis at hon kundi blíva verandi í Føroyum.
Ein beiggi mín er giftur við mostir Oksanu og tí hevði eg hitt Oksanu og Jákup í Kolomyya tá tey vóru og vitjaðu. Tey bæði bjóðaðu mær at koma ein túr til Føroyar at vitja, men tað er ikki bara sum at siga tað, at sleppa úr Ukreini og til onnur lond. Eg mátti søkja um útfararloyvi. Tað er ikki nøkur sjálvfylgja at tú fært eitt slíkt loyvi, tað er eitt sera tungt system og uttan embasadustemplið og visa sleppur tú ikki úr landinum. Eg mátti tað longu leið til Kiev at ordna pappírini. Eg søkti fyrstu ferð í 2000, men fekk nei, síðani søkti eg aftur í 2001 og tá fekk eg játtandi svar.
Kamar og Hanna
Eg kom so til Føroyar í juni mánaða, ein kaldan regndag við nógvum vindi og eg skuldi búgva hjá Oksanu í Sandavági. Tey royndu at finna mær pláss sum pedagorur, men tað bar ikki til, tí eg dugdi ikki málið. Eg dugdi væl at síggja, at eg kundi ikki fara at arbeiða við børnum, tá eg als ikki kundi samskifta við tey. Tí fann Kamar Klein upp á ráð, at fáa meg til Klaksvíkar, tí her kundi eg helst finna annað arbeiði. Eg mátti jú royna at forvinna eitt sindur av peningi at liva fyri og at fara heim aftur fyri.
Rúna og Roykivirkið
So eg til Klaksvíkar. Kamar og Hanna tóku væl ímóti mær. Fyri at eg ikki skuldi keða meg, so fór Kamar at finna mær arbeiði. Hann fór á Roykivirki og har lovaði Rúna Olsen mær uppí at arbeiða.
Eg má siga, at tað var ein stuttlig tíð. Har vóru nógv ung sum hjálptu mær, tí sum tú veitst, so dugdi eg als onki av føroyskum. Men á Roykivirkinum tá, har vóru fleiri útlendingar, eg minnist hondbóltspælararnar Simonu, Agnas og eina úr Yougoslavia. Eydna Festirstein var ein góð vinkona at hava har, hon hjálpti mær nógv við málinum og so Rúna Olsen og Danial Klakk. Jú, eg havi nógv stuttlig minnir harfrá. Har vóru bara fitt fólk.
Serliga minnist eg fyrstu ferð eg upplivdi jólafrokost á Roykivirkinum, tað var nakað heilt serligt og stuttligt. Tað var ein góð tíð á Roykivirkinum, har var sera gott samanhald.
Igor og Miroslava
Tá tað kemur til tað málsliga, so vóru tað børnini hjá Hannu og Kamar, Igor og Miroslava, sum hjálptu mær ótrúliga nógv.
Beiggi kemur á vitjan
Tað er um hesa tíðina at beiggi mín kemur á vitjan. Hann hevur hug at fara ein túr við Nærabergi, men tað tordi eg ikki at lata hann. Fram um alt, so høvdu foreldur míni sagt bums nei til tað. Men hvussu var og ikki, ein penan dag høvdu vit spurt Markus Tummas á kontórinum hjá Kjølbro um vit kundu sleppa við Nærabergi. Eg tordi nevniliga ikki at lata beiggja mín fara einsamallan, so eg valdi at fara við sjálv. So vit bæði til skips.
Tað er aftur ein tíð sum eg aldrin gloymi. Tað var virkuliga ein fantastisk tíð. Eg treivst sera væl umborð. Vit kentu væl av peningi. Umleið 80 fólk vóru við skipinum og tey vóru næstan úr øllum heiminum. Har var virkuliga stuttligt at vera umborð. Tú fekst nógvar vinir og tú fekst nógvar upplivingar.
Telefon til okkum
Ein dagin í góða lagnum umborð er telefon til mín. Eg og beiggi fara á brúnna, eg taki telefonina, nú er tað pápi. Tað fyrsta hann sigur er: ”Rullar tað illa” – Eg fekk propp, eg segði onki, eg rætti bara hornið til beiggja, tí eg væntaði ein ordans vals. Men, alt spældi væl av, pápi hevði helst tikið okkum sum vaksin nú og góðtikið tað avgerðir vit tóku og tað var gott.
Við Nærabergi
Eg var tveir túrar við Nærabergi, so fór eg av, tí eg ætlaði mær heim til Ukreini at ferðast. Beiggi mín fór tveir túrar afturat. Tá eg kom aftur úr Ukreine fór eg við aftur Nærabergi og var við har tríggjar túrar afturat.
Beiggi mín, hann fór aftur til Ukreine og hann arbeiðir í ferðafólkavinnuni har nú.
Í 2003 fari eg so aftur at arbeiða á Roykivirkinum. Men eg verið skjótt noydd at steðga við tí, tí boð koma frá politinum í Føroyum, at eg havi ikki arbeiðisloyvi at arbeiða á Roykivirkinum.
Í Sodnhúsinum
Nú var eg tó komin somikið langt við mínum føroyska, at eg fór at royna at sleppa at brúka mína útbúgving sum pedagogur. Við góðari hjálp frá Honnu Thøgersen, eydnaðist tað mær at fáa arbeiði í Sodnhúsinum, sum tá var okkara frítíðarskúli. Tað var eitt gott arbeiðispláss, har eg ikki bert fekk brúkt mína pedagogisku útbúgving og harumframt eisini míni kreativu evni.
Í 2007 var eg í barsil, tá fingu eg og Páll okkara prinsessu, sum fekk navn eftir mammu Páll nevniliga Lena Rasmussen Loburak.
Fjallafípan
Í Sodnhúsinum er tað sum kunnugt størri børn, skúlabørn, sum koma har at vera eftir skúlatíð. Í 2010 hevði eg hug at royna okkurt annað. Tað eydnaðist mær at fáa starv í Fjallafípuni úti í Grøv. Tað var ógvuliga stuttligt og lærandi fyri meg, men eg haldi at eg egnaði meg betur til Sodnhúsið, tí fór eg aftur har í 2011 og flutti so yvir í nýggja vælvirkandi stovnin Snalla Bjalla , sum hevur ein ótrúliga góðan leiðara, nevniliga Beintu Klakkstein.
Á ballettskúla
Her trívist eg ómetaliga væl, eg haldi at tað liggur væl til míni kreativu evni, sum eg í veruleikanum ongantíð havi hugsa um fyrr at eg havi arva frá mammu og pápa. Mamma vildi altíð at eg skuldi vera okkurt innan ballettina. Tí gekk eg á balettskúla í Ukreini tá eg var ung. Men tað var ikki eg. Tá eg hevði fingið prógv á balettskúlanum, fór eg til mammu við prógvinum og segði við hana, her er títt balettprógv, ger so væl. Tað var í skemti sjálvandi, men eg gjørdi ongantíð nakað meira við balettina.
Men mær dámar at mála og tekna, og her havi eg góðar møguleikar at geva nakað frá mær í hesum sambandi. Eg gangi í kvøldskúla hjá Archibald Black og tað dámar mær ótrúliga væl
Kríggið
Tá eg spyrjið Olgu um støðuna í Ukreinu ídag, gerst hon álvarslig. Tey, sum kenna Olgu vita, at hon er lívsglað, er fryntlig, full av lívsgleði, skemtar og er full av energi. Men nú, nú steðgar orðastreymurin frá henni upp og áðrenn hon letur munnin upp aftur renna tárini eftir kinnum hennara.
Hetta er ein ræðulig støða, sum mítt elskaða land er komið í. Hatur og kríggj ímillum russarar og Ukreinar í sama landi. Vit hava livað í sátt og semju við russar. Eg havi fleiri vinkonur í Kolomyya, sum eru russar, ein skyldkona mín býr í Moskva, so tað er ikki fólkið, ið vil kríggj, men makthavararnir. Putin líkist alt meira og meira Hitler og Janokovic er tvær ferðir dømdur, ein slikan forseta kunnu vit ikki hava.
Bilurin í ljósum loga
Tað eru ræðuligar myndir vit síggja úr Kiev, sigur Olga Loburak í meðan vit sita og práta. Hon fortelur ræðusøgur fyri mær, ið hon hevur upplivað gjøgnum miðlarnar hesar dagarnar og tað er tíðuligt, at hon er skelka og bangin um tað, sum er við at henda í Ukreina ídag.
Tað er ræðuligt sum myndugleikarnir hava borið seg at við sabotagu og sniðskjúttum á tekjum í Kiev. Ein vinmaður pápa mín var í Kiev og helt ein fyrilestur, tá hann kom út aftur, stóð bilurrin hjá honum í ljósu loga. Hugsa tær til, teir eru farnir inn í okkara land við óhugnaligu russisku vápnamegini, tað er ræðuligt.
Páll
Tá eg bað um eitt prát við Olgu, bað eg Páll koma við, tí Olga tosar ikki heilt føroyskt enn, sjálvt um hon væl klárar at samskifta á føroyskum, men kanska var tað eira tá tað kom til Ukreinsk viðurskifti, at eg vildi hava Páll við.
Eg kundi at enda ikki lata vera við at spyrja Páll, hvussu tey komu saman. Lítillátin við einum smíli greiður hann mær frá. Jú, tað skal eg so væl siga tær. Í 2001, tá Olga kemur til Føroya eri eg langt síðani vorðin skildur frá fyrrverandi konu míni.
Róði út
Eg hevði tá ein lítlan glastrevjabát, sum eg róði út við og Kamar Klein róði eisini út við sínum báti. Vit báðir høvdu nógv saman, og plagdu at fiska goggur saman. Eg helt nógv saman við honum tað tíðina og vitjaði hann ofta. Flestu føroyingar minnast helst tað ótrúliga brúdleypið, tá Kamar giftist Hannu, tá var eg ein av teim heilt fáu, ið boðin var við í brúdleypið.
Eitt kvøldið eg fór at vitja Kamar, stóð ein so øgiliga fitt og blíð dáma og vaskaði bil uttanfyri hjá Kamari, tað var bilurin hjá beiggja Kamar. Hon var tá júst komin til Føroya.
Ímóti jólum vóru vit par
Hetta var á sumri í 2001, og eg haldi at hon skonkti mær títtari og títtari kaffi, sigur Páll ímeðan hann smílist uppá Olgu, líkamikið, tá leið móti jólum sama árið, hildu vit saman sum par.
Á øðrum hvørjum ári hava vit vitjað í Ukreina, tað er ein uppliving hvørja ferð, ti samfelagið har er ógvuliga korrupt. Tá vit fara, fara vit vanliga við egnum bili. Vit plaga at yvirnátta tvær ferðir á vegnum.
Tikin av politinum
Einaferð tá vit vóru komin inn í Ukreina bleiv eg steðgaður av einum politisti. Hann pastóð at eg hevði koyrt ov skjótt. Eg vitsti at tað hevði eg ikki gjørt, og bað eg hann tí vísa mær ferðmátaran. Tú skal trúgva mær, at tá var tað eitt traktlíknandi tól við einari roknimaskinu settari upp ígjøgum eitt hol. Hann kundi bara tøppa talið 85 inn og vísa mær tað. Eg segði at hatta góðtók eg ikki. Tá gav hann mær møguleikan at gjalda beinanveg ella fara til ein dómara í Kiev, alt ímeðan hann tók knippilin í hondina.. Eg visti hvat klokkan hevði sligið og gav honum pengarnar. Soleiðis gongur tað fyri seg nógvastaðni har. Olga hevur havt sítt stríð við sínum pappírum tí embætisfólki, sum avgreiðir hana vil hava mutur, 2000 dolarar fyri seinasta stemplið og tað hevur Olga higartil ikki vilja goldið.
Annars er landið vakurt og fólkið har ótrúliga fyrikomandi, sigur Páll Klein Rasmussen at enda
Síðani 98 hevur Páll siglt við Norðborg og Christian í Grótinum men róði eisini út millum túrar fyri árum síðani.
Stór tøkk til tykkum bæði fyri prátið!
Oliver




