Trupuleikin í dag í skipanini um vinnuligan fiskiskap er at skipanin ikki er lívfrøðiliga burðardyg. Harvið fáa skipini ov lágan prís og sjómaðurin ov lítla úrtøku.
Dømir eru um at norðmenn, ið hava burðardygga stempli fáa upp í 15% meira fyri upsan, enn okkara skip fáa.
Tí er spurningurin um hvussu vit minka um veiðuorkuna júst kjarnin í málinum og ikki um vit skerja fiskidagarnar 5-7-10 ella 20%. Brennandi spurningurin er hvussu vit fáa minka veiðiorkuna og higartil er forkvinnan í vinnunevndini, vegna javnaðarflokkin, tann einasta ið er komin við einum ítøkiligum uppskotið um.
Kanska serliga í Norðoyggjum áttu øll, at haft tað innlit, at tað ið nú gongur fyri seg, er ein seigpíning uttan líka.
Tilvildin ella hvussu lagaligur ávísi fíggingarstovnurin er, er í verðuleikanum tað ið avgerð, hvussu longi seigpíningin skal halda áfram og hvør skal liggja eftirá. Javnaðarflokkurin skjýtir tí upp, at landstýri nú beinanvegin fær bankarnar í talu, við tí fyri eyga at 2-3 línuskip fara úr skipanini beinanveg. Samstundis fær landstýrið bygnaðargrunnin upp at standa og verður hann síðan ein viðspælari í hesum at minka um veiðuorkuna.
Hóast øll ikki eru greið yvir at hettta er verðuligi trupuleikin í skipanini, eri eg fulvís í at allir teir sjómenn sum nú í ¾ ár hava fingið minstuløn vita at hetta er verðuligi trupuleikin.
Eyðgunn Samuelsen




