Týskvøldið verður vøllurin á Djúpumýra aftur karmur um heimadyst hjá føroyska U21 landsliðnum, tá Kroatia kemur á vitjan. Tá U21 landsliðið í juni mánaði hevði vitjan av Andorra í Klaksvík var stór áskoðarafjøld savnaði at stuðla føroyska liðnum, og líkt er til, at tað aftur hesaferð verður góður stuðul til føroyska liðið. Í løtuni er um at vera útselt á báðum langsíðuni, tí verður allarhelst neyðugt eisini at selja atgongumerki aftanfyri málið.
Hóskvøldið vann føroyska U21 landsliðið 3-2 ímóti Belarus á úti, og nú eru fyrireikingarnar byrjaðar til dystin ímóti Kroatia týsdagin. Bæði sunnudagin og mánadagin kemur føroyska liðið norður at venja á vøllinum í Klaksvík, og týsdagin kl. 18:00 verður dysturin ímóti Kroatia bríkslaður ígongd.
Atgongumerki til dystin fáast til keyps á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.



