Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um bygdirnar báðar Blankskála og Syðradal.

John William Joensen

Røða hjá Asbjørn Lómaklett á Syðradali 12. juli 2008 á bygdastevnuni

Góðu bygdarfólk og gestir annars!

Heitt varð á meg um at siga nøkur orð um bygdirnar báðar: Blankskála og Syðradal.

Hetta er ikki so heilt einfalt, av tí at tað eru ikki meira enn 8 ár síðani, at rættiliga  nógv varð skrivað og røtt um sama evni í sambandi við stórhendingina, tá minnis- varðin varð vígdur, men tað ger helst einki, um sumt verður uppafturtøka, tí flestu okkara gloyma rættiliga skjótt og tørva tí eina uppfrískan av kunnleikanum.

Blankskáli:
Um byrjað verður við Blankskála, so man bygdin vera gomul, úr miðøld, men helst ikki úr víkingatíð. 

Annars plagar at verða sagt, at bygdir við góðum sólargangi mugu metast at vera  millum hinar elstu. Hugsað verður helst um kornveltingina.
Í jarðarbókini frá 1584 og langt upp í 1600-talið verður Blankskáli nevndur:
"Blanckschalle".
Navnið er sjáldsamt, og nógv hevur verið gitt um, hvønn uppruna, ið tað man hava.  Christian Matras metir í bók síni frá 1932 um staðarnøvn í Norðoyggjum, at upprunaliga navnið møguliga hevur verið "Blakkskáli" tó uttan at grundgeva fyri, hví hetta er so.
 
Onnur meting er, at heitið kann hava verið "Blæingsskáli" eftir mansnavni ella eftir staðarnavni í haganum: "Blæing" 

Hildið verður somuleiðis, at navnið kann koma av mansnavninum: Blásius, ið er kent heilt aftur til 1243 sum fólkanavn. Tað skuldi so verið: Blásiusarskáli ella helst framborið sum "Blássskáli". Samanber her staðarnavnið "Bláskorar", ið kann vera komið av "Blásiusarskorar".
Ilt er at siga nakað vist um upprunan til bygdarnavnið "Blankskála", men fyrsta stavilsið "Blank" kann ikki vera forna navnið, tí hetta er lánsorð, ið er
komið uttaneftir langt eftir, at Blankskáli varð bygdur. 

Úr gamlari tíð er lítið at frætta um fólkini, ið búleikaðust á Blankskála, og ikki fyrr enn aftan á 1584, tá jarðarbókin tekur við, fæst nakað at vita um festararnar.
 
Nøvnini kennast eitt sindur fremmand i mun til teirra, ið vit kenna úr okkara tíð. Teir hava itið: Árant, Sivar, Andras, Jørundur, Barnabas, Torbergur, Páll, Jógvan, Klæmint og Óli. 

Fyrsti Jógvan er frá 1724, meðan hin fyrsti Óli er frá 1868. Hesa seinastu hálvu øldina eru heilt onnur nøvn komin inn í festið, sum vit øll vita: Steffan/Bjørn. 

Hini húsini gerast fyrst kend viðv. fólkanøvnum seinni í tíðini fram móti 1800 talinum, tá hin fyrsta fólkateljingin er í 1801 og frameftir. 

Fýra hús vóru á Blankskála, sum øll jú vita. Tey 3 bygd enda í enda, meðan Lykkirshús stóð nakað niðanfyri hini. 

Húsini itu norðaneftir: Uttari í Húsinum, Miðstovan og Suðuri í Stovu ella Kongsstovan. Lykkirshús stóð, sum nevnt niðanfyri Kongsstovuna.  Vit kunnu als ikki ímynda okkum, hvussu tað hevur verið at búð í so lítlari bygd
tá í tíðini við ongum ferðasambandi og uttan allar teir hentleikar, ið vit nú taka sum sjálvfylgju. 

Tey hava helst dugað væl at ansa sær, so ikki ósemjur skuldu taka seg upp og harvið gera samveruna trupla og ringa at halda út, men onkuntíð hava trætur tikið seg upp.
Sambært vártingbókina, so hevur Torberg, bóndi stevnt Lykkiri fyri ærumeiðing. 

Teir vóru komnir at deilast um okkurt, og har hevur Lykkir sagt dekan og nógv  við Torberg, so hesin stevndi, men málið var ikki avgreitt á vártinginum inni í Vági, men varð skotið inn fyri løgtingið. Eingi vitni vóru til skeldaríið. 

Á sama tingi stevndi Lykkir Jógvani Pæturssyni fyri ærumeiðing. Nú høvdu teir deilst og verið ófantaligir í orðum hvør móti øðrum. Lykkir fekk viðhald, og Pætur mátti rinda bót, 3 markar í silvuri, men okkurt bendir á, at Torberg rindar bótina fyri Pætur. Um hetta er veruleiki, so kann tykjast, at Torberg hevur unnað Lykkiri væl skortfleingjuna frá Pæturi. Hetta hendi í 1674. 

Annars kann sigast, at Torberg kom út fyri hvørt av sínum. Páll Fangi tók ein bát av neystafløtum, ið Tórberg átti, og róði við honum til Haraldsunds.
Báturin kom ongantíð aftur til Blankskálar.

Flytingin til Syðradals:
Skalvurin leyp á vári 1809, og hevði hetta við sær, at tey á Blankskála fluttu til Syðradals tey komandi 7 árini. 

Bóndin, Jógvan Klæmintsson var mest sum liðugur at flyta í august 1812.
Tá hevði hann bygt: Glasstovu: 3,5m x 3,5m = 12,25 ferm. 

Roykstovu: 6,0m x 3,3m = 19,8 ferm. Fjós, 2 gróthús, 2 hjallar og 1 neyst til áttamannafar. Sostatt hevði hann u.l. 30 fermetrar at búgva í. Hetta er stórt framstig í mun til húsini á Blankskála, ið vóru væl minni. 

Tó hevur bóndin ikki verið einsamallur, av tí at tvey húski høvdu longu tá búð á Syðradali. Sambært kirkjubókini fyri Norðoyar, so doyði mamma hansara 26. nov. 1810 á Syðradali, og ein Elsupa Hanusardóttir av Syðradali úr okkara  húsi stendur at vera gift 4. nov. 1810. 

Hetta bendir á, at longu í 1810 hava fólk búð fast ella partar av árinum á Sd. Kostnaðurin fyri tilfarið at gera eina nýggja bygd var 823 kr, men so kemur alt stríðið afturat, og tað hevur ikki verið lítið. 

Tað fimta húsið (Uppi ì Húsi) verður bygt samstundis ella stutt eftir flytingina. 

Sambært fólkateljingini í 1801 vóru 29 fólk á Blankskála. Í 1814 vóru hesi
býtt soleiðis upp á húsini: 

Á Dunganum: 10 fólk
Inni í Húsi: 8 "
Í Miðst. 5 "
Lykkirsh. 7 "
Har Uppi 2 " 

Vit kunnu ímynda okkum, hvussu arbeiðskrevjandi ein slík flyting hevur verið,  av tí at tað má hava tikið meginpartin av 1800-talinum ella 19. øld at fáa so frægt av bøi á Syðradali, at neytini kundu havast inni, og tey harvið kundu sleppa undan at skula hoyggja Vestanfyri. Hetta man hava verið eitt øgiligt stríð. 

Annars royndu blankskálafólk at flyta bygdarnavnið við sær, og meginpartin av 19. øld verður bygdin nevnd Blankskáli, men av onkrari orsøk, so vann
syðradalsnavnið, helst u.l. 1900. Vert kann í hesum sambandi vera at nevna, at í 1847 rættleiðir Norðoya Sýslumaður fútan á tann hátt, at hann sigur við fútan, at eingin bygd er í Norðoyum við navninum Syðradalur, men at hon eitur Blankskáli. 

Hetta í sambandi við trætumál millum húsamenn/syðradalsmenn um ein
reka av briggini Marwood, har syðradalsmaður hevði funnið eina tunnu av
virðismiklari pálmaolju heiman fyri keldurnar í fjøruni, men onkur á Húsum vildi vera við, at rekamaðurin hevði verið dekan og næskur við markið, og at hann hevði funnið hana skeivu megin. Málið endaði kortini við semju um at býta fongin. 

Einki ilt er sjálvandi at siga um Syðradal, men tað hevði verið áhugavert, um gamla navnið sigraði, av tí at ein Syðradalur var jú frammanundan á Streymoynni.

Húsini annars:
Sætta húsið kemur í 1834, tá Dánjal Joensen byggir har Úti-húsið. Hann var av Dunganum. 

Sjeynda Húsið hjá Jákupi Olsen (Brúgva Jákup) varð bygt u.l. 1850 norðanvert Lykkirshús. 

Áttanda húsið, ið vit nevndu uppi hjá Klæminti, seinni uppi hjá Malvinusi
varð bygt av Dánjali Joensen (Dunganum) í 1869. Klæmint bygdi seinni
uppí norðureftir. 

Níggjunda húsið byggir Jákup Jacobsen (bakka Jákup) í 1913 niðri á  bakkanum, og er hann fyrsti maður, ið byggir har í nýggjari tíð. Møguliga
hevur verið bygt áður nakað sunnanvert núverandi bakkahúsini. 

Tíggjunda húsið byggir Johannes Joensen úr Miðstovuni í 1917, og er
hetta húsið næstsyðst í bygdini. Stefan Kalsø keypti hetta húsið. 

Ellinta/tólvta húsið verður bygt í 1925/26 av brøðrunum Kristiani – og Dánjali Danielsen uppi í Hoygarðinum ella oman fyri Hoygarðin. Vit nevndu hesi húsini uppi hjá Kristiani og uppi hjá Dánjali ella bara har Uppi. 

Trettanda húsið bygdi Julius Clementsen av Dunganum sunnanvert húsini  hjá Hannisi, og eru hesi syðsta húsið í dag. Hjalmar úr Miðstovuni og Hans
Andrias Jacobsen hjá Petur Juuli hava átt hesi húsini seinni og búð har. 

Fjúrtana húsið bygdi Julius á Bakka beint sunnanvert barnaheimið á Bakkanum í 1946 ella 1947. Sostatt vóru nú 2 hús á Bakkanum. 

Meginpartin av mínari tíð vóru 13 hús á Syðradali, av tí at Húsini á Gjónni
hjá Brúgva Jákupi, seinni Lisa og Eliseus, ið fluttu hesi húsini inn til
Klaksvíkar 14. sept. 1931, men nú er ein nýggj grund komin á hesar
steinarnar, og er tað Jákup Páll Joensen við familju, ið hevur bygt, so nú kunnu aftur fara at verða14 hús á Syðradali.

Fólkatalið.
Sum nevnt áður, so fluttu u.l. 30 fólk av Blankskála til Syðradals. Verður
hugt eftir fólkateljingunum, so hevur íbúgvaratalið mestu tíðina ligið millum
40 og 60 fólk. ì 1955 var talið hægst: 70 fólk, men so fer talið at lækka skjótt, og flestu munnu vita, at í dag búgva 4 fólk fast á Syðradali, ið byrjaði við 29 fólkum so langt afturi sum í 1810 ella 12.

Tað kann uttan iva verða hugleitt mangt um, hví fólkatalið er fallið so nógv á Syðradali og um, hvussu tað ber til, at tann bygdin, ið hevði frægastu lendingarmøguleikarnar næst við stórbygdina í Norðoyum, skuldi gerast hon, ið kom at hava lægsta íbúgvaratalið av øllum 4 bygdunum í oynni, men tað fer kanska at verða eina aðra ferð, av tí at í dag skulu vit fyrst og fremst hugna okkum og hava tað skemtiligt – ikki brýggja høvur við hví og hvussu.

Gerandislív á Syðradali fyri einum 50 árum síðani.
Um summarið vóru allir menn úr 15 ára aldri og uppeftir til eini 60 ár burturi, ella til skips, sum tað altíð varð nevnt. 

Einans heilt eldri menn, kvinnur og børn vóru heima hesa árstíðina frá mars og út í septembur. Teir flestu vóru við sluppunum: Gudrun, Bjørgvin og Seglhússkipunum: Esther og Sigurfaranum. 

Vetrarhálvuna róðu teir út við maskinbátum, tá so frægt veður var. 

Annars var altíð okkurt at takast við at passa neytini, væla um hús ella úthús.  Fyrsta takið um heystið var jú fjallið, 4 dagar til skurðsfjallið og 4 dagar til klippingina, tá gimburlomb og ær vóru tikin. Tað mundi vera einar 3 vikur millum hesar fjallgongurnar. 

Eftir hetta vóru teir oftani í haganum og tóku seyð uttanrætta. Hetta var seyður, ið ikki var komin í rætt tær báðar fyrru ferðirnar. Næstan eingi hegn vóru tá, og viðtøkugarðarnir við rættirnar vóru ikki nær til so langir sum í dag. 

Gekst tú eftir seyði, so kundi hann reika heilt frá marki til marks eystanfyri og vestanfyri, av tí at bert mørkini við Húsar vóru hegnað. Tað kundi tí vera sera strævið og drúgt at fáa eitt lamb uttanrætta. 

Hetta minnast teir væl, ið eru eldri í dag. Allir kunnu siga frá um sera drúgvar og strævnar jaktingardagar frá teirri tíðini, men allir frøddu seg til ”seinasta fjalldag”, av tí at hesin endaði nær um sum veitslukvøld. 

Afturat komu so ”gávuseyðaveitslurnar”, ið eisini settu sín sermerkta lit á alt strevið í haganum á heystardegi.
Eitt annað við heystartíðini var eisini øðrvísi tá, sammett við nú, og hetta var maturin, av tí at alt var jú sera forkunnugt. Eitt heilt ár var liðið, síðani tú hevði smakkað: Seyðarhøvd, blóðmør, livur ella feskt kjøt.
Alt hetta smakkaði sera væl, nú tað gjørdist tøkt at eta í staðin fyri fiskin og tvøstið, ið hevði verið meginkosturin síðan seinasta heystið. 

Meðan teir eldru fingu sær okkurt av seyði til matna, kundu teir taka soleiðis til: Best er tað, ið grasið bítur. Hetta varð sjálvandi mest sagt vegna tess, at alt av seyði jú júst tá var so forkunnugt, men annars dámdu fólki væl allan fiskamat, ið var tilgjørdur á ymiskar hættir. 

Nevnast kann, at eingin keypti kjøt til døgurðamat, heldur ikki sunnudagar. Tá var vanligt at hava knetti ella frikadellur av fiski. 

Einasta feska kjøtið, ið fekst um veturin var fuglur, ið varð skotin ymsa staðni í fjørðinum: Lomvigi, álka og lundi. 

Hetta kom sera væl við sum broyting í øllum fiskamatinum til døgurða.
Fólk høvdu ikki meira seyðakjøt enn so, at tað mátti nýtast til viðskera aftur við breyði, serliga til nátturðar. 

Annars vóru havhestaungar havdir til morgunmatarviðskera, ein fjórðings havhestur til hvønn, kókaður at eta aftur við breyði. 

Nevnast kann, at turrur fiskur varð nógv nýttur til matna- ikki tann í plastikposum – nei, hann varð tikin úr hjallinum, hongdur nakrar tímar uppi yvir komfýrinum og síðani bukaður á malarsteini, ið lá um knøini. 

Steinurin lá vanliga undir beinkinum, so hann altíð var tøkur til endamálið. Okkara bukingarsteinur er framvegis til, veit eg.

Rekamenn:
Hvørki Blankskáli ella Syðradalur eru góð rekapláss sammett við so mong onnur støð her á landi – ov lítið av slættari fjøru – nær um ongar víkar ella innvik í strandaøkini, har rekar í størri nøgdum kunnu detta inn á ella afturundir. 

Tó so, kortini. Nakað av reka kom á land, og enn meira rak fram við, og hetta gjørdi, at ofta var neyðugt at flota bát og fara út á fjørðin at bjarga rekatrøðum og øðrum, ið kundi koma norður ella suður við sjóvarfallinum. 

Nevnast kann, at abbi okkara fekk útvegað sær ein trist tíðliga í tíðini, og var hann so lættur, at maður í góðum árum kundi flota hann einsamallur av dráttinum, um neyðugt gjørdist at fara út frá landi eftir reka. 

Oftani var nógv kapping um rekar. Minnist, tá rekar komu av Gamla Tjaldri, ið søkk við Mjóvanes, lupu summir á bláman í briminum til tess at vera fyrstir at fáa hendurnar á onkran reka, ið kom sunnaneftir. 

Jú, her kundu helst verið skrivaðar mangar ”rekamannasøgur”, tí tilfarið er bæði nógv og skemtiligt. 

Til dømis var neyðugt hálvavegna at sníkja seg oman á Bakkan, um tú sást reka frá húsunum uppi á dalinum, so bakkamenninir ikki skuldu varnast nakað, av tí at teir lógu nógv best fyri til at verða fyrstir oman til sjóvarmálan at bjarga reka, ið rak móti landi, og eingin átti reka, fyrr enn tú antin hevði kastað línu út um hann ella hevði fingið fatur á honum við hondunum.

Skúlin:
Skúlin varð bygdur í 1886 og hevur verið opin til 2006, tá síðsti næmingurin fór úr skúlanum. Hetta er so fyribilsstøðan nøkur ár fram, ið hvussu er.
Tá undirritaði gekk í nevnda skúla frá 1947 og til 1952, haldi eg, at vit vóru 21 børn samanlagt í eldra og yngra flokki. 

Lærari var Jógvan Petersen, ið var úr Svínoy. Hann hevði verið í Klaksvíkar Skúla fyrr og fór aftur til Klaksvíkar at vera lærari seinni í 1950-árunum.
Tað var sera gott at ganga í hesum skúlanum við Jógvani sum kennara. Hann var íðin og dugnaligur til starv sítt. 

Tá var einki ravmagn komið, so um veturin var neyðugt at kynda upp í kolovninum og at tendra petroliumslampuna, áðrenn byrjast kundi á morgni. 

Vit kunnu tí hugsa okkum, at tað var sera kalt at taka um pennaskaftið, um høgættarveður var við kulda. Kortini hugsaðu vit ikki nevnivert um hetta, av tí at vit vistu ikki um nakað annað, og tað var eins kalt heima við hús, undantikið í køkinum.

Kirkjan:
Eins og nú, so var kirkjufelagsskapur við grannabygdina, Húsar. Hesi viðurskifti hava helst verið størsta orsøkin til, at hesar bygdirnar hava verið sum ein, og í mínari tíð hava altíð góð viðurskifti verið bygdanna millum. 

Nógv ættarbond eru eisini úr eitt sindur eldri tíð, t.e. Um farið verður eini 50 – 100 ár aftur. 

Í mínum barnaárum var ein dani, N.J.Rasmussen prestur. Fyrsti føroyski presturin var Johan Nielsen. Kirkjutænararnir vóru fyrr altíð Húsafólk.

Endi:
Nógv annað kundi verið at trivið í, men tað hevði verið alt ov drúgt til eitt sovorðið høvi.
Í dag fara vit at ”slappa av”, sum tað eitur á nútíðar máli, hugna okkum, rógva aftur á góð minni og njóta samveruna so væl sum gjørligt, og stóra tøkk skal fyrireikingarnevndin hava fyri tiltakið. Vón mín skal vera, at dagurin fer at ríka samleikan viðvíkjandi Syðradali hjá øllum, ið her eru komin saman. 

Keldur:
Einar Joensen: Løgtings & Vártingsbókin 1655 – 66 og 1667 – 1690
Christian Matras: Stednavne på de Fær. Nordøer 1932
A. Degn: Færøske Kongsbønder
Símun Hansen: Tey byggja land.
Heimildarfólk: Marius Vilhelmsen (1883 – 1965).