Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um skamma stund koma tey eldru heim…

Óluva Klettskarð, forkvinna fyri Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir

Eldraøkið verður eftir ætlan lagt út til kommunurnar at umsita eftir nýggjár. Myndugleikarnir góvu kommununum tvinnar møguleikar at skipa seg í sínámillum samstørv í eindum við oman fyri 3000 íbúgvum, antin sum javnbjóðis partar ella í samstørv við eini vertskommunu. Klaksvíkar Kommuna var sinnað at fara í samstarv við hinar kommunurnar í Norðoyggjum, ið hava íbúgvaratal undir markinum fyri eina eind, og semja er gjørd í millum allar kommunurnar í Norðoyggjum at samskipa seg í eina eind við javnbjóðis samstarvi.

Norðoya Bú- og Heimatænasta

Norðoya Bú- og heimatænasta er nýggja navnið á samstarvinum. Avtalað er gjørd í millum kommunurnar, hvussu samstarvið skal skipast, og stýrið hevur skipað seg við Jógvan Skorheim sum formanni og Hans J. Kallsberg sum næstformanni. Hini í stýrinum eru Amalia í Frammistovu, Katrin Næs, Maiken Sólheyg Michaelsen, Magni Garðalíð, Óluva Klettskarð, Signhild V. Johannesen, Gunvá við Keldu, Eyðstein Poulsen og Herfrí Sørensen. Í hesum døgum søkir Norðoya Bú- og Heimatænasta eftir leiðara, ið skal umsita alt eldraøkið við bústovnum, heimarøkt og øðrum tænastum og eini 150 starvsfólkum. Samstarvið fer at virka saman við umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu, so umsitingarligar útreiðslur vera so smáar sum til ber, tí hugsanin er, at krónurnar fyrst og fremst skulu koma tí røktartørvandi góðar.


Spennandi tilgongd

Tá vit gjørdust var við, at eldraøkið kundi væntast út í kommununa at umsita komandi ár, fór vit í Klaksvíkar Kommunu undir at skipa fyri eini tilgongd, so økið skuldi vera so væl lýst og orðað frá øllum síðum sum møguligt. Yvirlit yvir starvsfókaviðurskifti, stovnar og fíigjarviðurskifti eru fingin til vega. Og drúgt arbeiði við innihaldinum er gjørt. Øll avvarðandi eldraøkinum hava verið saman og sett orð á støðuna á økinum í dag, og í fleiri umførum hevur verið arbeitt við hugskotum og innihaldi, hvussu vit nú kunnu umskipa økið á bestan hátt. Síðsta lið í drúgvu tilgongdini liggur hjá einum arbeiðsbólk, mannaður við fakfólki, sum í løtuni arbeiðir við ítøkiligum ætlanum, sum skulu orðast í eitt tilmæli.


Nýggja eldraøkið

Vit í Trivnaðarnevndin fyri Eldri og Bústaðir eru avbera spent at frætta, hvussu fakligi bólkurin hevur samansjóðað hugsjónir sínar, og hvussu tey ynskja og meta, at eldraøkið í Norðoyggjum kann virka optimalt. Tá vit fáa álitið 1. oktober, fara vit at geva Norðoya Bú- og Heimatænastu tað, so hetta arbeiðið kann liggja til grund fyri arbeiðinum frameftir, ynskir stýrið tað. Enn vita vit sjálvandi ikki, hvussu fíggingin fer at røkka, ella hvussu hugsjónirnar og ætlanir kunnu fáast at bera til í verki. Men vit ynskja okkum og gleða okkum til hetta hugsjónarliga grundarlagi, sum hevur fyrsta og fremsta mál at styrkja og menna økið og siga okkum, hvussu vit skipa eldratænasturnar best, og hvørjar tænastur og tilboð vit eiga at bjóða borgarunum.

Mín vón er, at eldraøkið í Klaksvík Kommunu fær bjarta framtíð saman við samstarvinum og øllum Norðoyggjum. Grundhugsjónin, vit hava arbeitt út frá, er at styrkja tænasturnar, so borgarin kann verða sum longst í egnum heimi. Hetta verður bert gjørligt, megna vit at styrkja heimatænastur, menningartænastur og trivnaðartænastur til tey eldri.


Óluva Klettskarð, forkvinna fyri Trivnaðarnevndini Eldri og Bústaðir.