Tað fara fyrstu ljóðini at koma úr hátalarunum á stóra palli á Summarfestivalinum 2009, og veðrið og karmarnir annars eru super.
Vit vóru fyri løtu síðani niðri á Vágsbø við myndatóli okkara og ikki kann sigast annað enn at tað gongur strúkandi við at gera klárt til fyrsta brakið.
Hektiskir minnuttir eru júst nú á stórapálli, tí Nik og Jay skulu um stutta tíð hava ljóðroynd á pallinum. Menn eru í ferð við at seta hegn upp kring økið og ikki minst var aktivitetur á kampingplássinum, har stóri skarin av kampingvognum eru komnir upp á pláss. Eisini eru sera nógvir stuttleikabátar við Varpið.
Erik Biskopstø, sigur at sjálvt um tað er hektiskt, so er alt undir skipaðum viðurskiftum og vit skulu nokk vera klárir, tá fólkið floymir inn á økið. Tað er trýst á telefonirnar hjá okkum í løtuni, tí onkustaðni eru atgongumerkini útseld, so tað ræður um at halda seg framat um ein ikki enn hevur vissa sær atgongumerki. Ongantíð fyrr hava so nógv heimshitt ljóma yvir Vágsbø, sum fara at ljóma hesaferð, so áhoyrarar sum koma skulu helst ansa eftir at tey ikki missa málið áðrenn mánadagin.
Vælkomin til Klaksvíkar øll somul, tað verður ein uppliving fyri lívið.




