Nú oyggjaleikirnir standa fyri durum, hevur Flogbóltssamband Føroya aftur hesa ferð valt at senda beach leikarar til oyggjaleikirnar. Fyrstu ferð var á Bermuda í 2013 og hesa ferð gongur leiðin til Jersey (27. juni til 4. juli 2015).
Í ár høvdu 3 kvinnulið og 5 manslið meldað seg til úttøku kappingina, sum var hildin í Gundadalshøllini leygardagin 4. apríl 2015.
Úrsliti gjørdist, at møðgurnar Randi og Anna Larsen vunnu kappingina hjá kvinnunum og hjá monnunum vunnu Ólavur Jensen og Jóan Petur á Stongum.
Vit ynskja vinnarunum til lukku og góða eydnu á oyggjaleikunum.
Flogbóltssamband Føroya




