Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Umboðskvinnan: Ótespiligt, men trygt, og batar eru á veg

Jóhann Lützen

Ein borgari hevur sent fyrispurning til Løgtingsins umboðsmann um vantandi trygdina, tá lagt verður at í Svínoy og Fugloy. Løgtingsins umboðsmaður hevur viðgjørt fyrispurningin, og gevur spyrjaranum viðhald í, at umstøðurnar kunnu tykjast ótespiligar, men at tær kortini eru innanfyri tað, ið er loyviligt við atliti at trygd, og festir seg við, at myndugleikarnir á økinum arbeiða við støðugt at betra um trygdina.

Hetta, at batar verða gjørdir og fleiri eru á veg, hevur nógv at siga í svarinum frá Løgtingsins umboðsmanni. Bæði Sjóvinnustýrið og Strandfaraskip Landsins siga seg kunna standa inni fyri trygdini, og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið váttar bæði, at trygdin eftir teirra bestu sannføring er í lagi, og nevna í svarskrivinum ítøkilig átøk, ið fara at verða gjørd til at gera trygdina uppaftur betri.

Tá talan er um atløguviðurskifti, er tað eitt mál, sum hoyrir undir eini drúgvari røð av stovnum og myndugleikum. Soleiðis hava bæði Sjóvinnustýrið, Strandfaraskip Landsins, Landsverk, Fíggjarmálaráðið og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið verið inni yvir fyrispurningin. Umframt allar hesar stovnar hava kommunurnar eisini ein leiklut. Men í gjølligum svari greiðir Fíggjarmálaráðið, ið hevur samskift við aðrar av stovnunum, at gongd er í málinum, og atløguviðurskiftini fara at verða betrað.

Ítøkiliga sigur Fíggjarmálaráðið, at trupulleikin viðvíkjandi atløguviðurskiftum er stórur á Kirkju, og at har fer fyrst at verða gjørd ein fyribilsloysn, og seinni ein meira varandi loysn. Tað framgongur tó eisini av skrivinum, at tað hevur verið uppá tal als ikki at sigla til Kirkju, fyrrenn hesi viðurskifti eru fingin í rættlag, og hetta samsvarar við svar frá fíggjarmálaráðharranum til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, fyrr í vikuni. Tískil er ivasamt, hvussu verður við siglingini upp á Kirkju, fram til fyribilsloysnin er sett í verk.

Svarið frá Løgtingsins umboðskvinnu kann lesast her

 

Harleyfacadeacryl