– Hetta er tað ringasta eg veit um, sigur Erland Tvørfoss, sum hjálparleysur hugdi at meðan vindurin skræddi klædningin av húsunum
Um tíggjutíðina í morgun vóru vit ein biltúr ígjøgnum Norðragøtu við myndatólinum og skaðar vóru at síggja allastaðir kring um í bygdini.
Hóast sløkkiliðið í Gøtu er væl útgjørt so vóru teir næstan úrlætnir tá Sløkkiliðsstøðin fór í vindinum.
Rútar, hurðar, tekjur, skelti og annað er brotið kring um í bygdini.
Eisini lá nógv tilfar og feyk í vindinum tá vit vóru har í morgun.
Sí myndirnar




