Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umheimurin fær almenna inngongd til Føroyar

John William Joensen

Tørvur hevur leingi verið á at fáa eina heimasíðu, ið kann virka sum ein almenn inngongd fyri útlendingar til Føroyar og føroyska samfelagið. Nú er hetta almenna portur til Føroyar komið –www.faroeislands.fo, ið er á enskum máli.

Tørvur hevur leingi verið á at fáa eina heimasíðu, ið kann virka sum ein almenn inngongd fyri útlendingar til Føroyar og føroyska samfelagið. Nú er hetta almenna portur til Føroyar komið –www.faroeislands.fo, ið er á enskum máli.Endamálið er at geva útlendingum eina inngongd at leita sær kunning um mestsum øll høvuðsevni viðvíkjandi Føroyum og føroyska samfelagnum. Tá ein fer inn á hesa heimasíðu, ber til at velja millum ymisk yvirskipað evni, so sumfólk & samfelagellabúskap & vinnaog tá síggja ein yvirlitstekst, og undirskipað eru síðani aðrar meira serstakar lýsingar av undirevnum við slóðum høgrumegin til aðrar heimasíður.Talan er ikki um eina vanliga myndugleikasíðu, sum t.d. heimasíðurnar hjá stjórnarráðunum ella hjá almennum stovnum. Hetta er ein alment kunnandi heimasíða, og einar dyr inn í føroyska samfelagið, fyri útlendingar.Viðvíkjandi útsjónd, sniði og ímynd kemur íblásturin frá verkætlanini um kappingarsamleika Føroya. Tí er dentur lagdur á grundleggjandi upplýsing um landið og samfelagið, og valt er at lýsa Føroyar sum eitt áhugavert land at hava samband við, eitt frískligt og nútímans samfelag.Til tess at vísa, at hetta er ein heimasíða, ið føroyskir myndugleikar standa aftanfyri, hevur hon fingið eitt til høvið ment veðrabúmerki. Sama búmerki er nýtt í øðrum høpi, har ið føroyskir myndugleikar somuleiðis standa aftanfyri, men har ið endamálið á sama hátt er at veita kunning til umheimin, og eina heldur uppfrískaða ímynd av Føroyum. Sama moderniseraða veðramerki er nýtt sum búmerki í ensktmælta tíðindabrævinum Newsletter of the Faroe Islandsog hjá útflutningsframa samleikanumPromote Faroe Islands, ið verður nýttur í marknaðarføringini úteftir at fremja føroyskan útflutning, eitt nú á fiskivinnumessuni ESE í Brússel. Lýsingarfyritøkan Sendistovan hevur sniðgivið.