Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhugsa at skera August upp

Oliver Joensen

Frá Nátúrugripasavninum verður sagt at teir fylgja gongdini og umhugsa møguleika fyri at skera deyða hvalin upp, men sum er verður hann vantandi sleipaður til havs.

Bjarni Mikkelsen sigur við Norðlýsið at Fiskiveiðueftirlitið hevur eyguni eftir stjóru hvalunum sum vitjað í sundalagnum men hóast tosað hevur verið at skorið deyða hvalin upp er hetta ikki nakað sum støða er tikin til enn.

Náttúrugripasavnið eigur eina beinagrind frá Augusti á goymslu og tí er tað ikki í løtuni tørvur á at fáa eina afturat. Harafturat mugu vit tryggja okkum at vit sleppa av við tvøst og annað um farið verður í holt við at skera hvalin upp.

Fiskiveiðu eftirlitið fer vantandi at sleipað deyða hvalin til havs sum vit vanliga gera í slíkum føri.

Sum skilst er stórsti hvalurin farin til havs av sær sjálvum, ein liggur deyður niðanfyri leguhúsið í Nesvík og annar hvalur liggur strandaður tætt við. Ein annar Augustur hevur gjørt landgongd millum Hósvík og Grønhólm.