Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhugsað at stongja Atlantis

John William Joensen

Á nógv umtalað evnisfundinum í býráðnum seinastu tíðina hava sparingar verið á skránni

Sum skilst so hava býráðslimir verið rættuliga víðja og hugt verður at øllum økjum.

Tað er greitt at allir stovnar skullu spara, men fyri at koma longur verður nú kannað um okkurt meira kann skerast burtur.

Eitt konkret uppskot liggur á borðinum um at stongja Atlantis, og nógv tíð hevur verið brúkt til at finna sparingar á dagstovnaøkinum.

Men tó tykist semja verða um at talið á dagstovnum og ansingarplássum skal ikki skerjast.

Men í løtuni er rættuliga sannlíkt at einasta mentanarhúsið í býnum, Atlantis, verður stongt.