Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvið – okkara felags ábyrgd

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi

Umhvørvið hevur altíð verið eitt hjartamál fyri meg. Eitt gott, reint umhvørvi gevur lívsgóðsku í gerandisdegnum, og tað tryggjar, at komandi ættarlið eisini hava eina framtíð. Náttúran er keldan til ríkidømi okkara. Vit skulu tí fara væl við henni. Tað hevur tey flestu í dag viðurkent. Tó hendir tað enn ov ofta, at umhvørvið má víkja fyri ynskjum um at finna eina lættari og bíligari loysn. Hetta er stuttskygt og skeivur vegur at fara. Tá ið vit tosa um umhvørvispolitikk –altíð tá ið vit tosa um politikk – skulu vit hugsa langt. Vit skulu hugsa 5, 10 og 50 ár út í framtíðina.

Fólk siga ofta, at tá tað kemur til at verja umhvørvið, gera vit ongan mun, tí vit hava so lítla ávirkan. Men tað er júst einstaklingurin, sum eigur ein altýðandi leiklut í at verja umhvørvið – í samstarvi við virki, kommunur, landið og altjóða samfelagið.

Sum kommuna hava vit ábyrgd av at eggja til, at borgarar og virki bera seg umhvørvisvinarliga at. Og sum kommuna hava vit ábyrgd av altíð at hugsa um umhvørvið, tá ið avgerðir verða tiknar. Tá ið okkurt skal gerast – um tað er kommunan sjálv, sum stendur aftanfyri, ella um tað er kommunan, sum skal geva loyvi – so skal man stremba eftir, at tað verður gjørt so umhvørvisvinarligt sum gjørligt. Man skal velja burðardygt og hugsa frameftir.

Nógv er, sum kommunan ítøkiligt kann gera. Kommunan eigur at hava umhvørvisvinarliga útgerð – bilar og annað. Kommunan skal seta krøv til fólk og til virki. Ofta eru umhvørvisvinarligu loysnirnar tær, sum í longdini eru tær bíligastu. Kommunan skal eisini tryggja, at skip, sum koma til Klaksvíkar, kunnu liggja her uttan at dálka óneyðugt.

Hvussu eggjar ein kommuna borgarunum og vinnulívinum til ein umhvørvisvinarligan atburð? Hesin spurningurin er sera áhugaverdur – tí tað eru vit sum einstaklingar, sum gera munin. Eg trúgvi ikki uppá at noyða fólk til ein ávísan hugburð. Eg trúgvi heldur uppá, at vit øll skulu vera umhvørvisfanatikarar. Men vit skulu stremba eftir, at fleiri hugsa um umhvørvið í gerandisdegnum.

Fólk vita, at bilar elva til dálking, tí eigur tað at vera eitt mál, at brúka bilin so lítið sum gjørligt. Tó mugu vit góðtaka, at bilurin er ein fastur hjálpari í gerandisdegnum. Fólk skulu ikki forðast í at brúka bil ella revsast, tá ið tey gera tað. Borgarin skal sjálvur velja, at bilurin ikki altíð er neyðugur. Borgarin skal sjálvur finna út av, nær hann tekur bilin, tí tað er neyðugt, og nær hann tekur hann, tí tað er ein vani.

Í farna valskeiði varð eitt umráðandi stig tikið fyri, at vit í Klaksvíkar kommunu brúktu bilin minni – bussleiðin. Hon hevur við sær, at børn kunnu fara við bussi í skúla, so foreldrini ikki noyðast at koyra børnini hvønn dag. Bussurin er eisini ein hjálp hjá teimum, sum ongan bil hava. Og hann gevur møguleika til, at man kann lata bilin standa, tá ið man hevur eitt ørindi. Upplagt hevði verið næstu fýra árini, at hugsað varð um eina loysn, so øll kommunan hevur tilboð til tey, sum ikki ynskja at taka bilin hvørja ferð.

Eitt annað, ein kommuna kann gera í hesum sambandi, er at tryggja góðar umstøður, so tað ber til at ganga og súkkla runt í Klaksvík. Sum nú er, eru umstøðurnar als ikki nøktandi. Í nógvum gøtum standa bilar parkeraðir, og eingin gongubreyt er. Og ikki ein súkklubreyt er at finna í býnum. Hugsar man um miðbýin – har handlarnir eru – so hevði tað eisini verið ynskiligt at minka um ferðsluna. Stutt sagt, at menniskjur vórðu raðfest fram um bilar. Tað hevði samstundis verið við til at skapa ein hugnaligan miðbý.

Kommunan skal vera viðspælari í ætlanum hjá fyritøkum, sum ynskja at raðfesta umhvørvið hægri. Ikki bara kann tað vera stuðul til júst ta fyritøkuna, men kanska aðrar fyritøkur kunnu fáa íblástur til umhvørvisvinarligar broytingar. Sjálvandi skulu privatpersónar eisini stuðlast í slíkum ætlanum.

Sum eg byrjaði við, so er tað sera umráðandi, at vit arbeiða fyri at tryggja okkara umhvørvi. Serliga fyri okkum, sum búgva í Føroyum, har vit í stóran mun liva av náttúruni og tí, sum hon hevur at bjóða okkum.

Lone Høeg Bejer, valevni fyri Tjóðveldi