Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvispolitikkur

John William Joensen

Ta seinastu tíðina hevur serliga Rani Nolsøe roynt at boða limum í Klakksvíkar Kommuna frá, at vit hava ein umhvørvispolitikk her hjá okkum?

Hyggja vit at, hvat er hent á umhvørvisøkinum, so verður sagt, at ósáin verður reinsað, umframt at kommunan hevur hildið eina umhvørvisráðstevnu!
Tað fyrra er gott, um tað var soleiðis, at kommunan hevði eina ætlan um, at ósáin skuldi verið ein partur av komandi miðbýarætlan, men so kann neyvan vera, tí annars var neyvan fylt út frá ósánni og út á hálva vánna?
Viðvíkjandi umhvørvisráðstevnum, so kunnu slíkar vera áhugaverdar og gevandi, men so krevst fyrst og fremst, at fólk her á staðnum luttaka á slíkum stevnum og skulu tær tískil vera fráboðaðar í góðari tíð.
Tíverri var henda ráðstevna neyvan av teimum góðu, tí vit hoyra als onki frá hesi ráðstevnu. Luttakararnir komu ymsastaðni frá og mundi fyriskipanin vist nokk eisini vera tann, at teir skuldu "fornøja" sær?
Hvat var endamálið við hesi ráðstevnu?
Sannleikin er tann, at Klakksvíkar Kommuna hevur als ongan umhvørvispolitikk!

Framtíðin
Soleiðis sum krøvini úti í heimi koma raplandi til okkara, so er alneyðugt at vit longu nú fáa kommunalpolitikkarar, ið veruliga vilja stríðast fyri einum betri umhvørvi!
Hvussu skal hesin umhvørvispolitikkur so skipast?
IRF hevur sett sínar skipanir út í kortið, men kunnu hesar onkuntíð haldast at vera ov skundigar, tí vanliga tekur tað tíð, at seta nýggjar skipanir í gongd! Dømi er til dømis, hvussu ruskplássið úti á Bumshamri brádliga noktar at taka ímóti húsarhaldsruskið, tí gomul stakit, dekk og hópur av øðrum lutum ikki brádliga eru at meta sum húsarhaldsrusk!
Tí er neyðugt at kommunan kunnar borgararnar betur um, hvussu teir skulu fyrihalda seg til ruskspurningin.

Onnur sløg
Tá ið vit tosa um umhvørvispolitikk, so er tað ikki einans spurningar um vanligt rusk. Ì framtíðini mugu vit longu nú taka fyrivarni við øllum øðrum sløgum av dálking t.d. ídnaðardálking, evnafrøðilig dálking, dálking frá vinnulívinum, geislavirkni v.m.
Hesi sløg av umhvørvisdálking eru ikki undirmeta og tískil eigur kommunan longu nú at seta út í kortið, hvussu kommunan ætlar sær at fyrihalda seg til slíkar spurningar.
Tað er tí alneyðugt at velja fólk í býráðið, ið veruliga vilja umhvørvispolitikki í Klakksvíkar Kommunu!
Vit kunnu vera frammanfyri onnur, men vit mugu í gongd nú!

Petur Hans Joensen