Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvisstovan hevur gjørt samstarvsavtalu við norska sjókortmyndugleikan

Tíðindaskriv

Norska Kartverkert (www.kartverket.no) og Umhvørvisstovan hava gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið, mánadagin 14. mars. 2022.

 

Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.

Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.

Umhvørvisstovan fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, ið er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Noreg um sjókort.